Skip to main content

Tilfeingisumsiting

Føroyska samfelagið er eitt ekstremt dømi um eitt samfelag, sum er tengt at náttúru tilfeinginum, í okkara føri at fiskivinnuni. Okkara háttur at umsita hetta tilfeingið, Fiskidagaskipanin, er ikki eins skipaður og í øðrum londum. Tískil er eisini tørvur á gransking, sum kann virkað við til at lýsa fleiri viðurskifti, sum hava við fiskivinnuumsitingina at gera, bæði í føroyskum og í altjóða høpi. Hetta er bæði galdandi fyri lýsingar av teimum samfelagsligu árinunum, føroyska tilfeingisumsitingin hevur, og í samband við at vit, út frá egnum eins væl og altjóða royndum, menna okkara tilfeingisumsiting. Somuleiðis er gransking av føroysku fiskivinnuumsitingini eisini áhugaverd í øðrum høpi, t.d. tá samanberast skal millum ymiskar hættir at umsita fiskiveiðu.

Evnið tilfeingisumsiting fevnir tó um meiri enn umsiting av tilfeinginum í sjónum (fiskivinnuna). Tilfeingisumsiting fevnir eisini um umsiting av einum møguligum komandi tilfeingi innan kolvetni, sum jú kann broyta føroyska samfelagið heilt grundleggjandi. Árinini av einari føroyskari oljuvinnu fara at merkjast út í hvønn krók í samfelagnum og eru samfelagsligar árinskanningar av einari møguligari oljuvinnu tí neyðugar.

Tilfeingisumsiting fevnir eisini í stóran mun um umsiting av tí humana tilfeinginum. Ein stór avbjóðing í Føroyum í dag er, eins og í øðrum fiskivinnusamfeløgum í útjaðaranum í Norðurlondum, at draga til sín útbúgving fólk. Hetta er bæði galdandi tá umræður at fáa tey nógvu ungu, sum fara av landinum at nema sær útbúgving, at venda heimaftur eftir lokna útbúgving, og galdandi fyri onnur fólk við útbúgving, sum kunnu gerast eitt tilfeingi fyri føroyska samfelagið. Granskingardepilin hevur farnu árini granskað í hesum evninum, sum eisini í komandi árum verður partur av granskingini á Granskingardeplinum.

Undirevnir:
Fiskivinnu-/fiskiveiðuumsiting, fiskivinnan og atknýttar vinnur; olja og atknýttar vinnur; fiskitilfeingi, oljutilfeingi, humantilfeingi.