Skip to main content

Vald í samfelagnum

Gransking innan evni vald í samfelagnum fevnir, sum nevnt, um gransking av teimum mest grundleggjandi viðurskiftunum í samband við, hvussu samfelagið er skipað og samansett, og hvussu virðini í samfelagnum verða býtt.

Í grannalondum okkara eru valdsanalysur av ymiskum slagi vanligur partur av granskingini á granskingardeplum og –stovnum. Í Føroyum eru ikki traditiónir fyri slíkar gransking og er ongin verulig valdsanalysa gjørd í Føroyum, ein og tær stóru valdsanalysurnar, ið vit kenna frá t.d. Norra, Svøríki og Danmark.

Granskingardeplin fer komandi árini at seta fokus á hetta evnið. Fleiri verkætlanir innan evnið eru longu farnar í gongd á Deplinum, og verður eisini farið undir aðrar verkætlanir hesi komandi árini.

Undirevnir:
Vald og stættir í samfelagnum, vald og vælferðarsamfelagið, vald og álits- og nevndarsessir, vald og kyn, vald og mál, vald og miðstaðarøkið mótvegis útjaðaran, vald og viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.