Skip to main content

Lærings- og inspirationsnetværk for aktive ildsjæle

Á heysti 2010 byrjaði verkætlanin Lærings- og inspirationsnetværk for aktive ildsjæle i 4 nordiske
lokalsamfund i udkantsområder, sum er ein verkætlan, ið er fíggjað av Nordisk Ministerråd.

Við í verkætlanini eru fýra útjaðarasamfeløg í Norðurlondum: Vágur í Føroyum, Ísafjørðurin í Íslandi,
Gloppen í Norra og Janderup í Danmark.

Verkætlanarleiðari er Karen Vestergaard-Poulsen, sum er stjóri á Det Danske Europa Institut A/S. Tey fýra
útjaðarasamfeløgini eru annars umboðaði soleiðis:

Janderup, Danmark: Hans Christian Jensen, Formand for Lokalrådet.
Gloppen Kommune, Sandane, Norra: Olav Fure, oppvekstsjef Gloppen Kommune.
Vágur, Føroyar: Dennis Holm, leiðari á Granskningardepilin fyri Samfamfelagsmenning.
Ísafjørður, Ísland: Margrét Geirsdóttir, Forstödumadur Skola- og Fjölskylduskrifstofu.

Endamál við verkætlanini
Endamálið við verkætlanini Lærings- og inspirationsnetværk for aktive ildsjæle i 4 nordiske lokalsamfund i
udkantsområder er í fyrsta umfari:
· at fáa skapt eitt læringsnetverk
· at styrkja um førleikarnar hjá eldsálum
· at kunna um nýggj læringsamboð
· at kunna um loysnings-modellir hjá hvørjum øðrum
· at økja um kunnleikan til norðurlendskt mál og -mentan og norðurlendskan samleika

Harnæst er endamálið
· at skapa eitt felags virtuelt rúm
· at kunna og læra um netverk
· at skapa rúm fyri útveksling av royndum
· at skapa góðsku og nýskapan viðvíkjandi læring
· at betra um eginleikarnar við KT sum samskiftisamboði
· at geva íblástur til ”aktive citizenship” / at íbúgvar verða virknir
· at gera vart við mentunarligar ymiskleikar

Tann fyrsti fundurin var í Janderup í vestur Jútlandi í Danmark í døgunum 3. til 7. oktober 2010. Síðani hava
verið fundir í Vági í mai 2011, í Ísafjørðinum í august 2011 og í Gloppen í oktober 2011. Seinasti fundur í
verkætlanini verður í Janderup í Danmark á sumri 2012.

Verkætlanin hevur egna heimasíðu: www.aktinord.dk har tú kann lesa meiri um verkætlanina, umframt at
tað á heimasíðuni eru myndir frá teimum fýra bygdasamfeløgunum, sum eru við í verkætlanini.

Útgávur í samband við verkætlanina
Arbeiðsrit 28, 2011: : Nógv at læra úr Norra – ferðafrásøgn frá vitjan við Gloppenfjørðin
Dennis Holm, samfelagsfrøðingur, Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning.

Verkætlanartíðarskeið: 2010-2012