Skip to main content

Undirvísing

Granskingardepilin og Søgu- og Samfelagsdeildin samstarva á nógvum ymiskum økjum, m.a. um undirvísing innan samfelagsvísind á Søgu- og samfelagsdeildini..

Granskarar á Granskingardeplinum eru partur av undirvísingartoyminum á Søgu- og Samfelagsdeildini, og hava m.a. skipað skeið á Bachelor-stigi innan evnini globalisering, økismenning, politikk, og samfelagsvísindalig háttaløg.

Í várhálvuni 2012 standa Karin Jóhanna L. Knudsen og Dennis Holm á Granskingardeplinum fyri skeiðinum í Samfelagsvísindaligum háttaløgum. Skeiðið gevur 10 ECTS stig og er eitt kravt skeið á bachelor í søgu, stjórnmálafrøði og samfelagsvísindum.