Skip to main content

Nøgdir og nýbrot - føroysk fiskivinnumenning í fimmti ár

7. august 2008 varð bókin Nøgdir og nýbrot - føroysk fiskivinnumenning í fimmti ár givin út. Bókin er skrivað av Dennis Holm og Boga Mortensen.
 
Bókin gevur innlit í, hvussu føroyska fiskiveiðan er broytt, bæði tá ið ræður um, hvar vit fiska, hvussu vit fiska, og hvørji fiskasløg vit fiska. Broytingin í føroyska fiskiflotanum verður eisini viðgjørd, umframt at flotin, sum hann er nú, verður lýstur.
 
Eisini fær lesarin eina greiða mynd av, hvussu fiskivinnan á landi er ment, og hvørji viðurskifti hava havt týdning í hesari menning. Lesarin fær somuleiðis eina greiða fatan av føroyskari fiskiveiðu- og fiskivinnuumsiting bæði í søguligum høpi og nú á døgum. Í so máta gevur bókin lesaranum eitt innlit í, hvussu viðurskiftini í føroysku fiskivinnuni og kring hana eru broytt hesi fimmti árini bæði á sjógvi og á landi.
 
Bókin er ætlað einum breiðum lesaraskara og er harumframt eisini ætlað sum undirvísingartilfar í føroyska fólkaskúlanum og á fyrstu árunum í miðnámsskúlunum.
 
Bókin er skrivað á føroyskum. Forlagið Sportin gav út bókina.

The Restructuring of the Faroese Economy

18. februar 2002 varð bókin The Restructuring of the Faroese Economy givin út. Bókin er skrivað av Richard Apostle, Dennis Holm, Gestur Hovgaard, Ólavur Waag Høgnesen, og Bjarna Mortensen.
 
Bókin er eitt úrslit av eini granskingarverkætlan um vinnulívsmenning í Føroyum eftir búskaparkreppuna. Hendan verkætlan varð gjøgnumførd seinna hálvár av 2000 og í byrjanini av 2001. Verkætlanin varð skipað við fýra sokallaðum case-studium av útvaldum støðum í Føroyum. Hesi vóru: Klaksvík, Fuglafjørður, Tvøroyri og Vágur. Harumframt er ein sjálvstøðugur partur um menningina av føroysku alivinnuna.
 
Bókin vísir, hvussu íverksetarir, myndugleikar og feløg virka fyri nýskapan í føroyska búskapinum, ein menning, sum í stóran mun hevur røtur í lokalum viðurskiftum. Hendan hugsan verður undirbygd við bæði søguligum og nútíðar atliti; serliga er tað tann fjøltáttan, sum er hend í føroyskum vinnulívi seinastu árini, ið er eitt áhugavert fyribrigdi. Eisini minnir bókin í sínum søguliga tilfari á, at tey støð, sum í einum tíðarskeiði eru útjaðari, kunnu í einum øðrum skeiði vera drívmegin.
 
Bókin, ið er gjørd við altjóða útgávu fyri eyga, er skrivað á enskum. Bókin er útgivin á danska forlagnum Samfundslittertur.