Skip to main content

Málmenning hjá føroyskum børnum

Vælkomin til verkætlanina um málmenning hjá føroyskum børnum

Um tú býrt í Føroyum og eigur barn ella børn, ið eru millum 8 mánaðir og 36 mánaðir, ert tú hjartaliga vælkomin at vera við í verkætlanini um málmenning hjá føroyskum børnum.

Einasta, sum tú skal gera fyri at vera við í verkætlanini, er at útfylla eitt spurnarskjal á netinum. Spurningarnir snúgva seg um barnið hjá tær og um familju tína og tekur umleið ein hálvan tíma at fylla út.

Tey, sum vita mest um málsligu førleikarnar hjá børnum tykkara, eru sjálvsagt tit foreldur. Tí eru vit sera fegin um, at tit geva tykkum stundir at luttaka og geva tykkara íkast. Jú fleiri foreldur taka lut í kanningini, jú betri verður hon, so tí er tað okkara vón, at tú vil vera við.

Endamálið við verkætlanini er at kanna mál og samskifti hjá føroyskum smábørnum. Kanningin fer at geva okkum eina mynd av, hvussu føroysk børn ogna sær málsligar førleikar. Verkætlanin er góðkend av Dátueftirlitinum og Innlendismálaráðnum, og øll svarini verða viðgjørd í trúnaði.

Tey, sum luttaka, eru við í lutakasti um bøkur sum NÁM og Bókadeild Føroya Lærarafelags hava latið sum stuðul til verkætlanina. Tey, sum vinna, fáa bøkurnar í postkassan.

Um kanningina

Hvat er MacArthur-Bates Communicative Development Inventory ofta kallað CDI?

CDI eru listar av orðum og setningum, sum foreldur svara. Tað eru tvey spurnarbløð, eitt til yngri børn, kallað Orð og keipur (gestikulatión) til børn 8 til 20 mánaðir og eitt spurnarblað Orð og setningar til børn 16 til 36 mánaðir. Bæði spurnarbløðini eru um ymiskar partar av málmenningini hjá børnunum (orð, bendingar, keipur o.s.fr.)

  • Í Orð og keipum skulu foreldrini seta kross við tey orðini sum barnið skilir (men nýtist ikki at duga at siga orðið) ella um barnið bæði skilir og sigur orðið.
  • Í Orð og setningum skulu foreldrini seta kross, um barnið dugir at siga orðið.


Hví brúka CDI í hesi verkætlanini?

  • Tí CDI spurnarbløð gagnnýta stóru vitanina, sum foreldur hava um málmenningina hjá børnum sínum
  • Tí hetta gevur okkum møguleikan at fáa vitan um nógv ymisk børn
  • Tí CDI verður brúkt í fleiri enn 60 londum, og tað tí gevur møguleika at bera saman við onnur mál

Spurningarnir

Spurnarskjalið er í tveimum. Í fyrra partinum er ein listi við orðum, sum byggja á MacArthur-Bates Communicative Development Inventory (føroysk útgáva). Tú skal seta kross við tey orðini, sum tú hevur hoyrt barnið hjá tær siga. Tað hevur einki at siga, at barnið ikki dugir at frambera orðið púra rætt. Um tað til dømis sigur ‘nan’ og peikar eftir banan, so skal tú seta kross við banan.

Tað hevur einki at siga, um barnið hjá tær ikki sigur nógv orð enn. Tað er líka umráðandi at vera við kortini. Sjálvt um barnið enn er lítið og ikki sigur nógv, so heita vit á tykkum um at luttaka, tí tað er  týdningarmikið at staðfesta, nær føroysk børn fara at tosa og skilja orð. So kunnu vit til dømis fáa at vita, hvørji orð føroysk børn siga fyrst og hvussu gomul tey eru, tá tey siga orðini. Summi fara helst bert at seta ein ella heilt fáar krossar. Ver ikki stúrin, um barnið bert dugir nøkur fá orð beint nú.

Í seinna partinum verður spurt um ymiskt um barnið, sum til dømis um hvussu nógv systkin eru, um barnið er í dagrøkt/stovni og spurningar um familju tykkara. Svarini kunnu hjálpa okkum at siga nakað um málmenningina í mun til støðuna hjá barninum, t.d. um barnið hevur havt millumoyrnabruna o.t. Øll svar verða viðgjørd í trúnaði. Dátueftirlitið og Innlendismálaráðið hava givið loyvi til kanningina.

Endamálið við hesi verkætlan er at lýsa, hvussu smábørn í Føroyum mennast málsliga. Tíni svar fara at hjálpa okkum at gera ein norm, sum kann hjálpa t.d. námsfrøðingum, talilærarum, lærarum, granskarum og ikki minst foreldrum, sum eru áhugað í málmenning.

Hvussu kann eg vera við?

Øll foreldur at børnum, sum eru millum 8-36 mánaðir og búgva í Føroyum, áttu at havt fingið sendandi eitt bræv við upplýsingum um, hvussu til ber at taka lut. Um tú ikki hevur fingið eitt bræv, kanst tú senda okkum ein teldupost við navni og føðingardegi hjá barninum. Send teldupostin til sissalmr(at)setur.fo. So senda vit tær loyniorð, so tú kann vera við í spurnarkanningini. Tá ið tú hevur fingið loyniorðið, kann tú fylla út spurnarskjalið á netinum.

Eg fari at heita á tykkum um at svara spurnarskjalinum so skjótt sum til ber. Bókadeild Føroya Lærarafelags og NÁM hava stuðlað við at lata bøkur, sum verða útlutaðar millum tey, sum luttaka í spurnarkanningini. Vinningin fáa tey hepnu í postkassan.

Um tú hevur nakrar spurningar um skjalið, er tú vælkomin at senda ein teldupost til sissalmr(at)setur.fo ella ringja 292543.

Soleiðis fyllir tú skjalið út

Mælt verður til at seta seg við hesum, tá barnið ikki er til staðar. Bæði tí tað er ikki ætlanin, at tit kanna, hvat barnið dugir, men krossa út frá listanum og tí tit halda tykkum vita, at barnið skilir og/ella sigur. Tað tekur uml. 30-40 minuttir at svara, og eg vóni, tit vilja hjálpa mær við hesum soleiðis, at vit fáa meira at vita, um hvussu føroysk børn ogna sær málið. Tit kunnu logga út og so logga inn aftur. So byrjar skipanin aftur, har sum tit vóru komin til, og tit kunnu eisini rætta. Men tá ið skjalið er liðugt útfylt, ber ikki til at rætta meiri.

Fyri at vera við í kanningini skal tú skriva føðingardagin hjá barninum og loyniorðið í teigarnar. Føðingardagurin verður skrivaður soleiðis DDMMÁÁ. Um barnið hjá tær hevur føðingardag 24. apríl 2012 skal tú skriva 240412.

Kanningin er í tveimum pørtum, annar um málmenning og hin er spurningar um barnið og familju tykkara.

Tá ið tú tekur lut í kanningini, játtar tú samstundis at vera við í verkætlanini og at svarini hjá tær kunnu goymast í dátusavninum hjá verkætlanini. Øll svar verða viðgjørd í trúnaði, og verkætlanin hevur fingið neyðug loyvi frá Dátueftirlitinum og Innlendismálaráðnum.

Trýst her fyri at vera við í kanningini

  • Spurningur: Eg havi ikki fingið bræv um luttøku, kann eg vera við kortini?
  • Svar: Ja, um tú býr í Føroyum og barnið hjá tær eru millum 8 mánaðir og 36 mánaðir í mars 2014.

  • Spurningur: Eg gjørdi eitt mistak, tá ið eg fylti skjalið út. Hvat geri eg?
  • Svar: Um tú enn ert loggað/ur á skipanina, kann tú royna at trýsta á knøttin “aftur” í skjalinum, ella royn at logga teg inn umaftur. Um hetta ikki riggar, send so teldupost við føðingardegi og loyniorði til sissalmr(at)setur.fo og vit royna at loysa trupulleikan.

  • Spurningur: Eg havi tvíburar, skal eg fylla tvey skjøl út?
  • Svar: Um tú hevur hug og møguleika, hevði tað verið øgiliga gott, um tú kundið fylt eitt skjal út fyri hvørt barnið. Vit vilja fegin hava so stóran part av føroysku børnunum, sum møguligt at luttaka.

  • Spurningur: Eg fái ikki loyniorð og brúkaranummar at rigga?
  • Svar: Brúkaranummar er føðingardagur á barninum. Dømi: 29. Okt. 2011 = 291011. Loyniorðið er sett saman av tølum og einum bókstavi (lítla r). 

  • Spurningur: Eg havi júst sitið og svarað spurnarblaðnum, og tá eg var liðug og trýsti á, so kom eg aftur á eina síðu, har tað stóð, at eg kundi svara spurningunum. Mann alt verða í lagi?
  • Svar: Spurnarblaðið er í tveimum. Fyrsti partur er serliga um orð, har tit skulu krossa hvørji orð barnið skilir/sigur. Seinni partur er um familjuna og barnið, t.d um barnið hevur havt millumoyrnabruna. Spurnarblaðið er liðugt tá tú sær hetta: “Takk fyri at tú gav tær stundir at vera við í verkætlanini” og trýstir á “liðugt”.

  • Spurningur: Nær er ov seint at luttaka?
  • Svar: So leingi síðan er virkin, ber til at luttaka. Tað hevur stóra týdning at so nógv sum møguligt luttaka. Boðað verður frá á heimasíðuni tá innsavningin er liðug.

Ofta settir spurningar FAQ

Samband

Um tú hevur nakrar spurningar ella um tú vilt hava meiri at vita um verkætlanina, ert tú vælkomin at skriva til sissalmr(at)setur.fo ella ringja á 292543.

       Samband

    Spurningarnar