Skip to main content

Hvussu kann eg vera við?

Um tú ert búsitandi í Føroyum og eigur eitt barn, sum er millum 8 mánaðir og 36 mánaðir, kann tú senda okkum ein teldupost við navni og føðingardegi hjá barninum. At kalla øll børn í Føroyum áttu at havt fingi sendandi eitt bræv við upplýsingum um hvussu til ber at taka lut. Um tú ikki hevur fingið eitt bræv kann tú senda okkum teldupost við navni og føðingardegi hjá barninum. Send teldupostin til sissalmr(at)setur.fo ella ring á 29 25 43.

So senda vit tær loyniorð, so tú kann vera við í spurnarkanningini. Tá ið tú hevur fingið loyniorðið kann tú fylla út spurnarskjalið á netinum. Um tú hevur nakrar spurningar um skjalið er tú vælkomin at senda ein teldupost til sissalmr(at)setur.fo ella ringja 292543

Aftur til forsíðu