Skip to main content

Málmenning hjá føroyskum børnum

Um tú býrt í Føroyum og eigur barn ella børn, ið eru millum 8 mánaðir og 36 mánaðir er tú hjartaliga vælkomin at vera við í verkætlanini um málmenning hjá føroyskum børnum.

Tað einasta tú skal gera fyri at vera við í hesi verkætlanini er at útfylla eitt online spurnarskema. Spurningarnir snúgva seg um barnið hjá tær og um familju tína. Spurnarskjalið er einfalt og tekur einar 15-20 minuttir at fylla út.

Svarini vera viðgjørt í trúnaði og vera so hvørt sum tey koma inn borðin saman við øll hini svarini sum koma úr Føroyum. Hetta gevur okkum møguleika at siga nakað um fyrstu málmenningina hjá føroyskum smábørnum. Jú fleiri foreldur taka lut í kanningini jú betri verður hon, so tí er tað okkara vón, at tú vil vera við. Verkætlanin er góðkend av Dátaeftirlitinum og Innlendismálaráðnum

Aftur til forsíðu