Skip to main content

Spurningarnir

Spurningarnir eru í tveimum. Í fyrra partinum er ein listi við fleiri enn 600 orðum, sum byggja á MacArthur-Bates Communicative Development Inventory: Orð og keipur (Føroyska verkætlan) Tú skal seta kross/prikk við tey orðini, sum tú hevur hoyrt barnið hjá tær siga. Tað hevur einki at siga, at barnið ikki dugir at frambera orðið púra rætt. Um tað til dømis sigur ‘nan’ og peikar eftir banan, so skal tú seta kross við banan, um tað sigur ‘ba’ og peikar eftir beiggjanum so skal tú seta kross við beiggi. Set kross við tey orðini, sum tú heldur at barnið hjá tær roynir at siga, líkamikið hvussu úttalan er.

Tað hevur einki at siga, um barnið hjá tær ikki er farið at tosa enn ella um tað er ein snakkimaskina. Tað er líka umráðandi at vera við kortini! Endamálið við hesi verkætlan er at kunna lýsa hvussu smábørn í Føroyum menna mál sítt. Tíni svar fara at hjálpa okkum at gera ein norm, sum kann hjálpa námsfrøðingum, talilærarum, lærarum, granskarum og ikki minst foreldrum, umframt øllum øðrum, sum eru áhugað í málmenning.

Í seinna partinum verður spurt um ymiskt um barnið, sum til dømis hvørjar barnasjúkur barnið hevur havt, um dagrøkt og stovn og spurningar um familju tykkara. Svarini kunnu hjálpa okkum at siga nakað um málmenningina í mun til heilsustøðuna hjá barninum, um barnið er føtt ov tíðliga ella í mun til aðrar orsøkir. Øll svar vera viðgjørd í trúnaði. Dátueftirlitið og Innlendismálaráðið hava givið loyvið til kanningina

Aftur til forsíðu