Skip to main content

Innskúling

Annika Antoniussen, námslektari í námsfrøði og samfelagsfrøði

Verkætlanin snýr seg um skiftið millum barnagarð og skúla. Ætlanin er at fylgja einum skúlabólki í barna-garðinum í tvey ár, meðan tey ganga í skúlabólki og í 1. flokki

Í skúlabúgvingini verða børnini fyrireikað til at fara í skúla. Samstarvið millum barnagarð og skúla og millum námsfrøðingar og lærarar hevur tískil alstóran týdning fyri at gera skiftið so smidligt sum møguligt til tess at varðveita tryggleika og trivnað hjá barninum.

Støðið verður tikið í tí námsfrøðiligu og didaktisku til-gongdini við einum serligum atliti at  háttalagnum "uppdagandi skriving", har málmenning er í miðdeplinum. Hetta leggur støðið undir byrjunarlesingina í
1. flokki.

Kannað verður, hvørja ávirkan skúlabúgvingin hevur fyri skúlabyrjanina – hvat leggja námsfrøðingar áherðslu á, og hvussu møta lærarar børnunum. Er ein samanhangur millum tað, sum verður gjørt í skúlabúgvingini, og hvussu lærarin møtir barninum í undirvísingini. Hevur tað týdning at kenna til virksemið hjá hvørjum øðrum? Hevur tað týdning, at lærarin kennir børnini frammanundan við atliti at tryggleika og trivnaði?