Skip to main content

Linjufaksskipanin á Námsvísindadeildini

Dagbjartur Debes, námslektari í søgu og bókavørður

Kanningin fevnir um, í hvønn mun lærarar undirvísa í teim linjufakum, teir hava lisið á Læraraskúlanum. Tikið undir einum verður í teim til samans 16 linjufakunum uml. 55% av undirvísingini í fólkaskúlanum lisin av linjufakslærara. Tó er stórur munur frá einari lærugrein til aðra, t.d. verða uml. ein triðingur av undirvísingini í donskum og 84% av undirvísingini í týskum lisin av linjufakslærara. Eisini verður  nortið við eftirmetingar fólkaskúlans, serliga við atliti at fráfaringarroyndunum í 9. fl. Komandi ár fer fólkaskúlin yvir til nýggjan próvtalsstiga, og í tí sambandi er ætlanin at gera komparativar analýsur av, um nýggi stigin gevur aðra heildarmynd av fakliga støði næminga.