Skip to main content

PISA kannar førleikar, ROSE kannar hugburð

Erla Olsen, ph.d., námslektari í lívfrøði

OECD skipar fyri PISA kanningum av førleikum teirra 15 ára gomlu. Kanningin umfatar førleikarnar í fleiri tættum, harímillum hvussu tey duga náttúrufak samanborið við javnaldrar í øðrum londum.

ROSE (the Relevance Of Science Education) er eitt annað slag av kanning, sum viðger hvønn týdning undirvísing í náttúruvísindum hevur. Ungdómar í 40 londum hava svarað einum stórum spurnarblaði um, hvat tey hava hug at læra innan náttúruvísindi, hvørjar framtíðarætlanir tey hava, hvat tey gera í frítíðini, og hvat tey meina um umhvørvi, náttúruvísindi og tøkni.

Ein forkanning varð gjørd í Føroyum nú í vár, og farið verður í næstum undir ta endaligu kanningina.
Endamálið við ROSE er ikki at kanna læruúrtøku, men heldur at kanna hugburð og hvat skal til fyri at fáa ungdóm áhugaðan í náttúru og tøkni. Sostatt er ROSE-verkætlanin eitt ískoyti til ta vitan, vit fáa burtur úr PISA kanningum – í hesum føri innan náttúrufakini.