Skip to main content

Reflektións- og samskiftismiðling í starvslærutíðini

Mikkjal Mikkelsen, námslektari í landalæru, donskum, samfelagsfrøði og KST, og Kurt Madsen, námslektari í støddfrøði, alis- & evnafrøði og teldufrøði

Læraralesandi skulu í starvslæru í útbúgvingartíðini. Í starvslærutíðini undirvísa tey næmingum í fólkaskúlanum, samstundis sum tey sjálv eru lesandi. Tey nýta starvslæruna sum ein royndarpall, har ástøðilig-, faklig- og praksisvitan hittast.

Í hesi verkætlan  verður høvuðsdenturin lagdur á skrivliga samskiftið millum tey lesandi, har teirra egna læring gjøgnum royndir og refleksiónir, bæði persónliga og í samstarvi við floksfelagar, gerst eksplisit og atkomilig hjá øðrum.

Samskiftið fer fram á persónligum, óalmennum bloggum, har nógvir ymsir málbúnar so sum tekstur, myndir, filmur, ljóð etc. kunnu brúkast. Kannað verður, hvussu hesir nýggju, tøkniligu møguleikar rigga sum samskiftispallur.