Skip to main content

Undirvísing og læring

Firouz Gaini, ph.d., lektari í antropologi og samfelagsvísindum

Verkætlanin, sum byrjaði í 2011, er eitt áhugavert samstarv millum Námsvísindadeildina og Kennaradeildina á Háskóla Íslands. Í grundini er íslendska kanningin, sum føroyska granskaraliðið hevur sum fyrimynd, liðug. Hon fór fram í tíðarskeiðnum 2009-11. Nú brúka vit íslendska vísindaliga frymilin fyri at skapa eina kanning, sum kann samanberast við ta íslendsku, umframt at hon, eyðvitað, kann geva okkum størri innlit í tað, sum gongur fyri seg í fólkaskúlanum í dag. Hvat slag av læring og undirvísing fáa børnini? Hvat halda tey um hesa undirvísingina? Hvat kundu tey hugsað sær var øðrvísi? Talan er um stóra spurnakanning, sum eftir ætlan skal fata um allar 7., 8. og 9. flokkarnar í landinum. Firouz Gaini er granskingarleiðari í føroyska partinum.