Skip to main content

Ung fólk

Firouz Gaini, ph.d., lektari í antropologi og samfelagsvísindum

Verkætlanin er eitt granskingarsamstarv, sum byrjaði í 2010. Tilfarið er savnað í stórari spurnakanning í fólkaskúlum í Føroyum og Íslandi. Kanningin hyggur serliga at heilsu, frítíð og trivnaði hjá ungdómi í 15-16 ára aldri. Føroyska spurnakanningin fór fram í 9. flokkum kring alt landið á vári 2012. Úrslitini verða almannakunngjørd á seminari í Havn í oktober 2012. Granskingarleiðarar eru Firouz Gaini (Námsvísinda-deildin) og Jón Sigfússon (Rannsóknir & Greining, Háskúlin í Reykjavík). Endamálið er at geva eina neyva granskingargrundaða støðumynd av almennu livikorum ungdómsins, sum lokalir myndugleikar og lands¬myndug¬leikar kunna brúka beinanvegin. Í Íslandi hava tey í mong ár gjørt sonevndu “Ungt fólk” spurna-kanningar, sum skúlar og kommunur brúka sum grundarlag fyri at skipa ein betri politikk fyri skúla og ungdóm.

Kunning um liðnu verðætlanina kann lesast her