Skip to main content

Upptøka 2016


Tað er møguligt at søkja inn at lesa hesar útbúgvingar á Námsvísindadeildini:

Upptøkutreytir

Treytin fyri upptøku til læraraútbúgvingina er, at umsøkjari hevur bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv.

Vikið kann verða frá hesi meginreglu, um umsøkjari hevur ognað sær samsvarandi kunnleika (t.d. gjøgnum arbeiðisroyndir, skeið og ikki skipaðan lestur). Førleikakrøvini hjá hesum umsøkjarum verða mett í hvørjum føri sær.

Umsóknarblað

Her verður møguligt at taka niður umsóknarblað til upptøku 2016. Eisini verður løgd út ein leiðbeining til umsóknarblaðið. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út. Sum nakað nýtt ber til at søkja um upptøku elektroniskt (sí leinki niðanfyri).

Elektroniskt umsóknarblað


Kvota 2:


Kvota 1:



Umsóknir kunnu eisini sendast við telduposti til lestur(at)setur.fo

Sí annars nærri kunning á umsóknarblaðnum.