Skip to main content

Útbúgvingar

Løgmaður, anno 2050? Hon spælir saman við vinkonunum í sandkassanum á dagstovninum í Gøtu ella kanska á Kommansmýru.

Framtíðar bankastjórar, byggifrøðingar, skiparar, sjúkrarøktarfrøðingar, forstjórar og fiskimenn læra at rokna og skriva í skúlum okkara í dag.

Beint nú hjálpir onkur námsfrøðingur tí næsta Ingálvi av Reyni at tekna, og ein lærari leiðir tann nýggja William Heinesen inn í bókmentanna loyndu skot og føgru gøtur.

Heimsins týdningarmestu størv?

Tað er kanska ikki at taka munnin ov fullan, tá ið vit hugsa um námsfrøðinga- og lærarayrkini. Sannroynd er, at í samfull 14 ár eru flestu føroysku børn einar 30-40 tímar um vikuna á dagstovnum, í skúlum og í frítíðarskúlum. Umframt foreldur eru tað námsfrøðingar og lærarar, ið nú mynda tey, sum einaferð fara at mynda okkara samfelag.

Høvuðsuppgávan hjá Námsvísindadeildini er at útbúgva tey, ið fara í hesi týdningarmiklu størv. Trýstir tú á leinkini á breddanum vinstrumegin, fært tú neyvari upplýsingar um námsfrøðinga- og læraraútbúgvingarnar.