Skip to main content

Skipan, skeiðsreglur, tekningarfreistir o.a.

Við støði í § 6 í Ll. nr 58 frá 9.juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya, í Kunngerð nr 83 frá 15. juni 2012 um ískoytisútbúgving fyri fólkaskúlalærarar og námsfrøðingar, útbúnir eftir eldri lógum og í Kunngerð nr. 140 frá 13. november 2009 um útbúgving av fólkaskúlalærarum og námsfrøðingum, skipar Fróðskaparsetur Føroya/Námsvísindadeildin fyri hesum eftirútbúgvingum lestrarárið 2014-2015:

Skeiðsreglur

Tilmelding, umsóknarblað og freistir

Tilmelding  skal vera skrivlig.


Útfylta umsóknarblaðið skal sendast teldutøkt til eftirutbugving(at)setur.fo

Um skúli ella stovnur gjalda skeiðsútreiðslurnar, skal skúla-/stovnsleiðslan  vátta tilmeldingina.
Í ivamálum ber til at ringja á tlf. 359400. Boð kunnu annars sendast við telduposti til eftirutbugving(at)setur.fo

Skeiðstekning verður roknað at vera bindandi. Eru avboð, eiga tey beinanvegin at verða fráboðað. Fróðskaparsetrið skilar sær rætt til at avlýsa fráboðað skeið vegna vantandi undirtøku.

  • Til linjugreinalestur:  Í seinasta lagi 1. juli 2015
  • Til ískoytsútbúgving: sí niðanfyri.

Upptøka

Nakrar dagar eftir tekningarfreistina fáa allir luttakarar skrivliga at vita, annaðhvørt teir eru tiknir við á skeið ella ikki. Skeiðsfráboðan verður send luttakarunum við telduposti.

Samskifti

Umleið tvær vikur undan hvørjum skeiði verður skeiðsáminning send luttakarunum við telduposti. Allar aðrar fráboðanir verða somuleiðis sendar við telduposti.

Ynskir luttakari at gera einhvørja broyting – geva avboð, skifta um við annan luttakara o.a. – skal hetta verða gjørt í samráð við Námsvísindadeildina.

Fyrst í august fáa tey, ið hava søkt, nærri boð um skeiðið. Fráboðanarskriv um hetta verður við telduposti sent luttakarunum. Vanlig tekningarraðfesting er, at tey, ið fyrst hava teknað seg, standa ovast á listanum. 

Øll boð skeiðunum viðvíkjandi verða givin við telduposti.

Skeiðsprógv

Luttakarar fáa skeiðsprógv, tá ið skeiðið er lokið.

Kostnaður

Fyri hvørt modulið í ískoytisútbúgvingini til bachelor verður kravt eitt skeiðsgjald á kr. 7000.

Kostnaðurin fyri luttøku í linjugreinalestrinum er kr. 200 pr/ects.

Rokning fyri skeiðsgjald verður send luttakarunum, og kravt verður, at rokningin er goldin, áðrenn skeiðið byrjar.