Skip to main content

Linjugreinalestur fyri námsfrøðingar og lærarar skúlaárið 2015-2016

Skúlaárið 2015 – 2016 verða linjugreinar bjóðaðar sum eftirútbúgvingartilboð til lærarar og námsfrøðingar.  Undirvísingin fer fram saman við lesandi á Námsvísindadeildini, og undirvíst verður vanliga tveir – í einstøkum føri tríggjar - dagar um vikuna á 6 tímar frá skúlársbyrjan í august fram til páskir.

Linjugreinarnar, sum telja 45 ects, eru vanliga býttar upp í fýra partar (modul), og møguleiki er at taka heilar ella partar av teimum linjugreinum, sum verða bjóðaðar fram sum eftirútbúgving.  Øll eftirútbúgvingarskeið verða ECTS-mett. Luttøka í eftirútbúgvingartilboðunum kann tó verða avmarkað vegna plásstrot. Kostnaðurin fyri hetta slag av eftirútbúgving er kr. 200 pr. ects.

Skúlaárið 2015-2016 verða hesar linjugreinar bjóðaðar sum eftirútbúgving:

Fyri lærarar:

  • Alisfrøði
  • náttúra og tøkni
  • ítrótt
  • smíð


Fyri námsfrøðingar:

  • Heilsa
  • kroppur og rørsla


Fyri lærarar og námsfrøðingar:

  • Skúlabúgving/innskúling
  • Námsfrøðilig leiðsla og fyrisiting
  • Sernámsfrøði