Skip to main content

Masterútbúgving í vegleiðing

Í samstarvi við Mentamálaráðið bjóðar Fróðskaparsetrið saman við Háskóla Íslands út vegleiðaraútbúgving. Útbúgvingin hevur heimstað á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya og er skipað sum parttíðarlestur á masterstigi. Tá fyrsti parturin av útbúgvingini er lokin, t.e. 2-ára lestur á tilsamans 60 ECTS, kann lesandi tilogna sær Diplom. Full MA fevnir um 120 ECTS. Útbúgvingin, ið byggir á aðra viðkomandi útbúgving, ið er minst á Bachelorstigi (t.d. fólka- ella miðnámsskúlalærari), er sett saman av modulum, har eitt modul á 15 ECTS (European Credit Transfer and Accumulation System) verður boðið út hvørja lestrarhálvu. Hetta svarar til hálvtíðarlestur á umleið 20 tímar um vikuna. Nærri lýsing av hvørjari skeiðseind, við læruúrtøkum í miðdepli, verður lýst á www.setur.fo og send luttakarum, áðrenn lestrarbyrjan.

Útbúgvingin verður skipað við eini blanding av intensivum seminarum saman við undirvísarum, lestrarbólkum, sjálvlestri, samskifti við undirvísarar umvegis fjarlestur og starvsvenjingum.

Endamál við útbúgvingini

  • At geva virkandi og nýggjum vegleiðarum hollan ástøðligan kunnleika um vegleiðarayrkið
  • At geva virkandi og nýggjum vegleiðarum amboð og møguleika til at veita dygdargóða lestrar- og yrkisvegleiðing til fólk í øllum aldri, á øllum útbúgvingarstigum og í mun til arbeiðsmarknaðarviðurskifti
  • At menna, skipa og professionalisera vegleiðarayrkið, eins og siðvenja er í londunum rundanum okkum
  • At skapa nýggja vitan um vegleiðing við at integrera gransking við praksis á skúlum, stovnum og á øðrum viðkomandi økjum

Lýsing av útbúgving (Degree Profle)

Tak niður lýsing av útbúgving (Degree Profle)

Innihald

Fyrsta modulið, ið verður boðið út við lestrarbyrjan í 2013, fevnir um vegleiðaraástøði, samskifti og etikk. Á vári í 2014 verður dentur lagdur á yrkisástøði (career theories and approaches), læruástøði, lestrartøkni og stuðul. Onnur evni, ið útbúgvingin fevnir um, eru samfelags- og arbeiðsmarknaðarviðurskifti, viðkomandi løgfrøði, vísindaástøði, kunningartøkni, bólkaprocessir, persónligir trupulleikar, avbjóðandi samrøður, og ymisk praksisamboð til m.a. eftirmeting, kanningar og fyriskipanir til fyribyrging av fráfalli. Í stuttum fevnir útbúgvingin um øll viðurskifti, ið hava við lestur, trivnað, lívlanga læru og val av útbúgving og yrki at gera.

Upptøkutreytir

  • Útbúgving á Bachelor stigi ella hægri
  • Læraraútbúgving (gamla skipanin) og minst tvey ára arbeiðsroyndir sum vegleiðari í fólkaskúlanum ella á øðrum skúla/stovni.
  • Førleiki at lesa, skriva og samskifta á enskum.
  • Ein motiverað umsókn á umleið eina síðu, har umsøkjari hevur møguleika at greiða frá viðkomandi royndum sum vegleiðari ella øðrum viðkomandi royndum, og/ella hví hann/hon ynskir at fara undir hesa útbúgving.
  • Ískoytiskrøv viðvíkjandi upptøku í 2013:
    • Umsøkjarar, ið ikki hava lokið útbúgving á bachelorstigi (t.e. læraraútbúgving sambært gomlu skipanini) skulu luttaka á einum stuttum innleiðsluskeiði í  vísindaáðstøði, áðrenn lestrarbyrjan. Hetta skeiðið verður eftir ætlan í viku 35. Skeiðið er valfrítt fyri lesandi, ið annars lúka upptøkutreytirnar til MA-lestur.

Undirvísing og undirvísingarmál

Fakligur útbúgvingarleiðari er Sif Einarsdóttir, DhD, dosentur við Háskóla Íslands. Hon er útbúgvingarleiðari á íslendsku vegleiðaraútbúgvingini og samskipar norðurlendska VALA-netverkið, ið samstarvar um útbúgving av vegleiðarum í øllum norðurlondum. Hafturat henni undirvísa fremstu serfrøðingar innan vegleiðing úr øðrum norðurlondum og fakfólk innan ávís øki á Fróðskaparsetrinum (t.d. samfelags- og arbeiðsmarknaðarviðurskifti). Undirvísingarmálið er føroyskt, skandinaviskt og enskt. Av tí orsøk, at flestu lærubøkurnar eru á enskum máli, og at undirvísingin lutvíst fer fram á enskum, er neyðugt at hava førleikar í enskum.

Yvirlit yvir undirvísing

Her sæst yvirlit yvir undirvísingardagar á heysti í 2013 og á vári í 2014

Nærri kunning

Til ber at venda sær til lestrarvegleiðingina í miðfyrisitingini á studvegl(at)setur.fo