Skip to main content

Geislavirkni

Rannsóknir verða gjørdar av dálking frá mannelvdu geislavirknu evnunum cesium-137 og strontium-90 í føroyska umhvørvinum, á sjógvi og á landi. Kanningar verða eisini gjørdar av technetium-99, ið er latið út á sjógv frá Sellafield-verkinum.

Geislavirknu evnini, ið eru við í kanningunum av umhvørvinum á landi, stava frá kjarnorkuvápnaspreinginum, serliga seinast í fimmtiárunum og í fyrra helmingi av sekstiárunum, og frá kjarnorkuvanlukkuni í Tjernobyl 26. apríl 1986. Hesi dálkingarevni eru fyrst og fremst komin í føroyska umhvørvið við regninum, og kanningarnar vísa tí eisini, at mest dálking er, har tað regnar mest. Seinastu árini er serliga kannað, hvussu evnini flytast í føðiketuni hjá seyði, og harvið koma í okkum føroyingar, ið jú eta nógv seyðakjøt. Men aðrar mátingar finnast heilt aftur til fyrst í sekstiárunum, m.a. av ymiskum matvørum. Arbeitt verður við at savna og kanna hesar langtíðarmátingarnar. Fyribilsúrslit vísa, at Føroyar eru viðkvæmar samanbornar við onnur lond, tá ræður um geislavirkna dálking. Føroyska náttúran er soleiðis innrættað í mun til nógvar aðrar, at størri partur av evnunum cesium-137 og strontium-90 endar í lokalt framleiddu matvørunum, og harvið í fólkinum.

Nærri umrøða av kanningum í Føroyska umhvørvinum sæst her. Skrivligt tilfar um kanningarnar finst her. Ein fyrilestur í sjónvarpsrøðini "Speki" í Sjónvarpi Føroya sæst her. PowerPoint sýning frá fyrilestrinum eru her.

Kanningarnar verða m.a. gjørdar saman við starvsfeløgum uttanlands. Her er at nevna NKS (Nordic Nuclear Safety Research) og AMAP (Arctic Monitoring and Assessment Programme), og annars samstarvið millum Náttúruvísindadeildina og Risø um langtíðarmátingar av geislavirknari dálking í føroyska umhvørvinum. Aðrir stovnar eru eisini.