Skip to main content

Kanningar í Føroyum

Meginparturin av geislavirknu dálkingini í Føroyum er komin við avfallinum. Dálkingin stavar serliga frá royndarspreingingum av kjarnorkubumbum í fimti- og sekstiárunum og  frá Tjernobylvanlukkuni. Royndarspreingingarnar fóru fram í eitt áramál, meðan Tjernobyldálkingin stavar frá eini spreinging á einum kjarnorkuverki ein ávísan dag.

Dálkingin frá Tjernobyl varð mátað fyrstu ferð í regninum í Tórshavn tann 6. mai 1986, og meginparturin kom millum tann 6. og tann 14. mai. Lítið avfall var hesar dagarnar, og tí fingu vit ikki so nógva dálking frá Tjernobyl í Føroyska umhvørvið.

Geislavirkin dálking er eisini komin í sjógvin frá kjarnorkuverkum - serliga frá verkunum í Sellafield í Stóra Bretlandi og la Hague í Fraklandi.

Skrivligt tilfar um kanningarnar finst her.

Føðiketan hjá seyði

Samstarv hevur verið millum Ísland, Føroyar, Danmark, Noreg, Svøríki og Finland um kanningar av geislavirknari dálking í føðiketuni hjá hagaseyði síðan 1990. Endamálið við norðurlendska samstarvinum er at kanna geislavirknu dálkingina (serliga frá evninum cesium-137) í ymsum pørtum av náttúruni, kanna hvussu hon broytist við tíðini, og hvussu nógv flytist úr mold til gras og plantur og víðari til seyð í haganum. Fyrsta felags frágreiðingin frá verkætlanini kom út í 1994 í bókini Nordic Radioecology. The transfer of radionuclides through nordic ecosystems to man, (Elsevier), og har verða ávísar samanberingar gjørdar millum umhvørvið í Føroyum og umhvørvið í hinum Norðanlondunum. Tað eru gjørdar fleiri frágreiðingar frá føroysku kanningunum, sí t.d. enska grein við úrslitum frá 1990-2000 og kunning á føroyskum.

Geislavirkni í ymiskum matvørum

Síðan fyrst í seksti-árunum hevur samstarv verið millum danska kanningarstovnin Risø og ymiskar føroyskar stovnar um  kanningar av geislavirkni í Føroyum. Síðan fyrst í 1990-unum hevur Náttúruvísindadeildin verið føroyski samstarvsparturin, og er hon farin undir at gera kanningar av hesum langtíðarmátingunum. Mátingarnar vísa t.d., at føroyskt seyðakjøt í fyrra helmingi av sekstiárunum hevði upp í móti 700Bq av cesium-137 í hvørjum kilo av feskum kjøti. Til samanberingar kann nevnast, at myndugleikarnir aftan á Tjernobylvanlukkuna í 1986 ráddu frá at eta kjøt við meir enn 600Bq av cesium-137 í hvørjum kilo av feskum kjøti. Mjólk er ein týðandi partur av matinum, og samanberingar av nøgdini av cesium-137 í føroyskari og útlendskari mjólk vísa, at hetta evnið verður munandi lættari upptikið í føroyska mjólk - sí t.d. grein um sambandið millum geislavirkni í regni og í matvørum og framløgu um hetta (bæði á enskum).

Fyribilsmátingar á Sornfelli

Mátingar av geislavirknari dálking í Føroyum eru gjørdar fyri økir, ið liggja niðanfyri 300 metrar yvir havinum. Fyribilsúrslit frá kanningum av Sornfellið á Streymoynni vísa, at munandi meir av evninum cesium-137 er í jørðini uppi í hæddunum - sí framløgu.

Geislavirkni í sílum

Kanningarúrslit frá seinast í áttatiárunum fyri Leitisvatn, Toftavatn og Stóravatn á Sandoynni vísa, at so at siga alt cesium-137 í sílunum stavaði frá Tjernobylvanlukkuni. Ymiskt er, hvussu skjótt dálkingin fer úr sílunum aftur í teimum einstøku vøtnunum. Helvtartíðin, tvs tíðin til dálkingin er minkað niður í helvt, var um 430 dagar í Leitisvatni og Stóravatni. Í Toftavatni var fyrst ein skjót minking frá 1987 til 1988, men síðan ein seinni minking við eini helvtartíð upp á 895 dagar. Hesir munir eru tengdir at stødd og skapi av vøtnunum og at muni í føðsluvali hjá sílunum.

Geislavirkni í sjónum

Geislavirkin dálking er eisini í havinum. Høvuðskeldurnar eru royndaspreingingarnar í fimti- og sekstiárunum, Tjernobylvanlukkan og dálking frá kjarnorkuverkunum í Sellafield í Stóra Bretlandi og la Hague í Fraklandi. Náttúruvísindadeildin kannar nøgdirnar av cesium-137, strontium-90 og technetium-99 í føroyskum sjógvi. Hetta verður gjørt saman við Fiskirannsóknarstovuni og saman við útlendskum granskingarstovnum.

Geislavirknu evnini eru nógv tynt í havinum, og tí er neyðugt at kanna stórar nøgdir av sjógvi í senn. Umleið 3 tons av sjógvi verða brúkt til hvørja kanning. Miðað verður eftir at taka sjóprøvar á ymiskum dýpum, og soleiðis at mátingar av geislavirkni kunnu verða settar í samband við hydrografiskar mátingar hjá Fiskirannsóknarstovuni. Eitt nú ber til við hesum kanningum at fylgja við í, um t.d. dálking, sum verður latin í sjógvin frá kjarnorkuverkum, kemur í føroyskan sjógv. Bert á djúpari vatni eru higartil ábendingar um dálking frá bretskum kjarnorkuendurvinningarverkum, men funnu nøgdirnar eru sera smáar. Sum heild eru nøgdirnar av cesium-137 í havinum kring Føroyar millum 1 og 2 Bq/m3 (Bq=Becquerell). Úrslitini higartil vísa, at geislavirkna dálkingin frá cesium-137 í føroyskum sjógvi er sera lítil og úrslitini benda á, at dálkingin hevur verið minkandi í 1990-unum. Vert er at leggja til merkis, at havstreymarnir sum føra sjógv úr Írska Havinum og Norðsjónum ikki ganga "beint yvirum" til Føroyar, men m.a. fara langa leið norður fram við vestursíðu Noregs, síðan vestur móti Grønlandi (umframt at nakað fer inn í m.a. Barentshavið og Fram Sundið), har teir reka suðureftir móti Íslandi, haðani teir koma til okkara leiðir norðanfyri (sí bókina Havið eftir Boga Hansen).