Skip to main content

Alduvánir

Aldumátingar eru gjørdar á føroyska landgrunninum í meira enn eina fjórðingsøld, og seinni árini eru fleiri útlenskir stovnar farnir undir at gera aldukort, sum eisini fevna um føroyska landgrunnin. Seinastu árini hevur  Fróðskapsetrið ment ein háloysiligan alduvánamyndil fyri  innaru leiðirnar á Landgrunninum. Aldumátingar og alduvánir fáast við at trýsta her.

Veðurvánir

Í Føroyum er tað serliga Landsverk, sum ger veðurmátingar kring landi, meðan  útlenskir stovnar leggja fylgisveinamyndir av skýggjunum út á netið. Veðurvánir fyri okkara økið verður somuleiðis gjørt av fleiri útlenskum veðurstovnum, og fleiri teirra leggja hesa úrslit ókeypis út á internetið. Nakrar av veðurmátingunum og vánunum fáast við at trýsta her.

Aldumodel fyri Føroyaleiðirnar

Brim í Kvívík

Sammanrenningar av aldu uttan av havi, vindi, og sjóvarfalsstreymi kunnu elva til sera fløkt alduviðurskifti, ið kunnu verða vandamikil sjálvt hjá størri skipum. Neyvar simuleringar av sjóvarfalsstreymunum og neyvar veðurforsagnar simuleringar lata upp fyri møguleikanum at gera rættuliga neyv alduatlas og eisini alduforsagnarskipanir.

Í hesari verkætlan var endamálið at menna eitt numeriskt aldumodell, sum út frá forsagnum frá veðurmodellum og úrslitunum frá numeriskari simulering av sjóvarfallsrákinum skal gera forsagnir um alduviðurskiftini á føroyska landgrunninum.

Aldumátingar eru avgerandi fyri at skilja alduviðurskiftini og fyri at meta um modellini eru í samsvar við veruleikan. Landsverkfrøðingurin hevur í samstarvi við Vaktar- og Bjargingartænastuna havt aldumátara liggjandi kring Føroyar í meira enn 20 ár. Mátingarnar frá hesari skipan verða lisnar upp í útvarpinum. Seinastu árini hava oljufeløgini, sum hava áhuga fyri oljuleiting við Føroyar, fíggja raksturin av mátaranum sunnanfyri og hevur virkið Data Quality staðið fyri rakstur og viðgerð av mátingunum. Neyvari kanningar eru gjørdar av hesum mátingum, og samanberingar eru gjørdar við úrslitini frá modelunum.

Verkætlanin byrjaði í desembur 2002, og ritgerðin varð vard í apríl 2007.  Fíggja verkætlanina gjørdi Statoil-bólkurin (Statoil, Phillips, Enterprise og Veba).

Ábyrgd av verkætlanini høvdu:
Bárður A. Niclasen, PhD-kandidatur
Knud Simonsen, lektari, vegleiðari