Skip to main content

Útgerð til aling á harðbalnum økjum

Arbeitt verður við at fáa ein søkkring undir eina alinót á Funningsfirði.

Endmálið er at menna aliútgerð, sum økir um møguleikarnar at ala á streymasjógvi og í økjum, sum ikki eru vard fyri aldu. Hettar verður gjørt við numeriskari simulering, model royndum í tanga og við at máta úti á alibrúkum.

PhD-verkætlanin byggir á verkætlan, sum Fróðskaparsetrið gjørdi saman við netavirkið Vónina og Fiskirannsóknarstovuna í 2002-03. Í tí verkætlanini vórðu royndir gjørdar í brunninum hjá Vónini í Fuglafirði, sum góvu eina klára ábending um, at rúmi í einari alinót verður nógv ávirka av rákinum. Seinni eru fleiri mátingar gjørdar á alinótum, sum vátta hesi úrslitini.

Ph.D. verkætlanin byrjaði í 2003 og verður framd í samstarvi millum Fróðskaparsetrið og University of New Hampshire, USA, umframt at samstarvað verður við bæði virkir og stovnar í Føroyum. Model royndir eru gjørdar í brunnunum hjá University of New Hampshire og eisini í brunninum hjá US Navy Academy í Baltimore.

Ph.D. verkætlanin verður fíggjað av Statoil-bólkinum (Statoil, Phillips, Enterprise og Veba)

Ábyrgd av verkætlanini hava
Øystein Patursson, PhD-lesandi
Knud Simonsen, lektari, vegleiðari