Skip to main content

Ávirkan av aling á umhvørvi

Mátingar verða gjørdar av botninum og sjónum í Kalbaksfirði í hesari PhD-verkætlanini.

Í verkætlanini verður kannað, hvussu lívrunna tilfarið frá alibrúkum ávirkar botnin og sjógvin nærhendis alibrúkum.

Kanningarnar fara fram í Kaldbaksfirði, har ringrásin hjá lívrunnum tilfari verður kannað. Tilføring av lívrunnum tilfari, flutningur niður á botn, flutningur við streymi, roting niðri á botni, í hvønn mun ymisk evni seyra ímillum botnin og sjógvin og hvussu tað ávirkar trivnaðurin hjá alifiski.

Ætlanin er at gera kanningina so fullfíggjaða, at tað verður møguligt, út frá nøkrum fáum upplýsingum, at meta um hvussu støðan er á øðrum aliøkjum aðrastaðni.

Verkætlanin byrjaði í 2006 og fer fram á Fiskirannsóknarstovuni, í samstarvið við aðrar stovnar.  Fíggjarligur stuðul er latin av oljufeløgunum Statoil, Cheveron Texaco og Geysir, umfamt P/F Fiskaling og Granskingarráðnum.

Meira kunning

Meira fæst at vita við at venda sær til:

Gunnvør á Norði, PhD-lesandi, Fiskirannsóknarstovan/Náttúruvísindadeildin.
Eilif Gaard,  granskari/adj. lektari, Fiskirannsóknarstovan/Náttúruvísindadeildin.
Knud Simonsen, lektari, Náttúruvísindadeildin.