Skip to main content

Fráboðanir

> Fríggjadagin 2. desember

var hetta á skránni
   - ANOVA Analysis Of Variances
   - Fyrireika spurnakanning viðv. Facebook (Partur B í stóruppgávuni)

Slóðir um Test of independence
www.youtube.com/watch!
www.youtube.com/watch

Slóð um Goodness of fit
www.youtube.com/watch

Sí annars video-slóðir í fráboðan niðanfyri.

> Týsdagin 29. november

var hetta á skránni
   - STÓRUPPGÁVAN, Partur A
   - ANOVA
   - Linear Regression (Ch. 11 í IPSUR) 

Til ANOVA brúka vit í R  aov(), sí m.a. her:
http://www.personality-project.org/r/r.anova.html
http://www.gardenersown.co.uk/Education/Lectures/R/anova.htm

Til Linear Regression brúka vit í R  lm(), sí m.a. her:
http://www.r-bloggers.com/r-tutorial-series-simple-linear-regression/

Sí video-slóðir í fráboðan omanfyri.

> Úrvaldar R video-slóðir

framleiddar av Edward Boone (brúkari 'off2themovies2' á Youtube)

------ ANOVA og 'Linear Regression'
ANOVA in R -  www.youtube.com/watch
Simple Linear Regression in R  -  www.youtube.com/watch

------ Um hypotesetest og konfidensinterval
Proportions  -  www.youtube.com/watch
Confidence intervals on means in R  -  www.youtube.com/watch
Hypothesis Tests on Means in R  -  www.youtube.com/watch

------ Data og plotting
Reading Data into R  -  www.youtube.com/watch
Working with data in R  -  www.youtube.com/watch
Introduction to plotting in R  -  www.youtube.com/watch
Plotting in R: Part II  -  www.youtube.com/watch

> STÓRUPPGÁVAN

Stóruppgávan er í trimum:
   Partur A   Databasuservarin HYGG
   Partur B   ANOVA
   Partur A   Multiple regression
Sí tilfar í høgra teigi.

Stóruppgávan skal latast inn í seinasta lagi 
>   sunnukvøldið 11. desember kl. 24.00

Tykkara orka til stóruppgávuna er mett til góðar tveir arbeiðsdagar tilsamans, 17-19 tímar býtt nøkulunda 40%/30%/30% til partarnar A, B og C. Tit eru vælkomnir at arbeiða saman um stóruppgávuna, men tann skrivliga frágreiðingin skal vera persónlig.

>   Frágreiðingin skal sendast sum eitt PDF-skjal til peturz(at)skulin.fo 
>   Frágreiðingin skal verða í mesta lagi 12 A4 síður, íroknað møguligt fylgiskjal. 

> Fríggjadagin 25. november

var hetta á skránni
   - ÁVEGIS ROYND 2, tosa um MC spurningar og skrivligar uppgávur
   - Hypothesis Testing (Chapter 10), s. 237-246  
   - Pearson's chi-square test, eisini kallað 'Goodness-of-fit' test
      har vit tóku støði í 3. skrivligu uppgávuni fra ÁVEGIS ROYND 2

Her er eitt útmerkað dømi um 'Goodness-of-fit' frá Youtube:
www.youtube.com/watch
Ein eitt sindur øðrvísi nýtsla av Chi-square test sæst her, 'Independence test':
www.youtube.com/watch

Í R brúka vit  chisq.test(), sí her:
stat.ethz.ch/R-manual/R-patched/library/stats/html/chisq.test.html
statland.org/R/Rchisq.htm

> Týsdag 22. november 2011

Tvey høvuðsevni eru á skránni
   - Hypothesis Testing (Chapter 10), s. 237-246 
   - Venjingaruppgávurnar, ið eg sendi tykkum 20. nov.

Á síðu 240 í IPSUR verðä flestu høvuðshugtøkini nevnd:
null hypothesis / alternative hypothesis / rejection/critical region / significance level /  Type I Error / Type II Error  / one-sided/two-sided test
Fari m.a. at brúka hesar glærurnar hjá Per B.B.
www2.imm.dtu.dk/courses/02402/slides/uge6.pdf

Vit ganga venjingaruppgávurnar ígjøgnum, m.a. sum eina upphiting til
     ÁVEGIS ROYND 2
     mikudagin 23. november kl. 13-16.
     í høllini á Læraraskúlanum
Royndin verður skipað á sama hátt sum seinast:
   - Fyrsta tíman kl. 13-14 verður multiple choice parturin,
      har tit IKKI kunnu brúka hjálpiamboð.
   - Tveir teir næstu tímarnar kl. 14-16 verður 'vanlig' skrivlig roynd,
      har tit kunnu brúka egna teldu (tó ikki til netsamband).
      Svarini skulu goymast í eini pdf-fílu, sum tit kopiera á ein geyma,
      sum vit handa tykkum, tá ið royndartíðin er farin kl. 16.

>> Tykkara avrik í ÁVEGIS ROYND 2 telur 1/8 í evalueringini av skeiðnum.

> Fríggjadag 18. november 2011

Vit halda fram í Chapter 9 (Estimation) í IPSUR bókini og tríva í aftur
  (9.3.6), (9,3,7)  s. 229
  (9.4.8)  s. 230

So fara vit undir tað kanska mest týðandi evni Hypothesis Testing (Chapter 10), s. 237-246 
Nøkur høvuðshugtøk:
- null hypothesis - alternative hypothesis - rejection/critical region - significance level - Type I Error - Type II Error  - one-sided / two-sided test
----
Her er DTU professarin Per B.B. við einum góðum fyrilestri (15 min) um konfidensinterval:
https://connect.forskningsnettet.dk/p7ab3d8wwoe/?launcher=false&fcsContent=true&pbMode=normal

Havi viðfest tvey sett av multiple choice spurningum (tikin av netinum):
- MC_Binomial.pdf
- MC_CI_HypTest.pdf
Fyrra settið snýr seg um binomialbýti, har tit eiga at kunna svara (næstan) øllum spurningum rætt. Havi teldu og R við hondina, tá ið tit svara. Seinna settið snýr seg um 'confidence intervals' og 'testing hypothesis', sum vit akkurát eru byrjað uppá. Kanska tit klára teir fyrstu 12-13 spurningarnar (av 37). Tit fáa pappírskopi av spurningunum í morgin.

Eg fái ikki komið seinnapartin í morgin. Mæli til, at tit seta tykkum við MC-spurningunum kl. 13 og evt. arbeiða saman tveir og tveir. Ca. kl. 14.30 í morgin leggi eg svar til MC-spurningarnar út á skeiðsheimasíðuna.

Havi gjørt 'rætt' svar til skrivligu uppgávurnar frá ÁVEGIS ROYND 1. Tað verður lagt út á heimasíðuna seinnapartin í dag - eri annars í holt við at rætta tykkara svar.

> Týsdag 15. november 2011

Vit gera Chapter 8 í IPSUR bókini liðugt. Serliga hyggja vit at s. 204-208:
  (8.3.2)  s. 204,  (8.4.1)  s. 206,  (8.4.4)  s. 207,  (8.4.7)  s. 208

So viðgera vit Chapter 9: Estimation,  s. 213-230, har vit serliga leggja okkum eftir hesum formlum:
  (9.1.1)  s. 216,  (9.2.4)  s. 223,  (9.2.8)  s. 226,
  (9.3.6), (9,3,7)  s. 229,  (9.4.8)  s. 230

Her eru slóðir um estimatión og konfidensinterval
www.youtube.com/watch
www.youtube.com/watch

Nú er komið eitt sindur meir á skeiðsheimasíðuna:
www.setur.fo/natturuvisindadeildin/lestur/kt_verkfroedi_2010start/3sem11fall/hagfroedi_fyri_kt_verkfroedingar/
m.a. leggi eg teldupostar, sum eg sendi tykkum, út har.

Per Bruun Brockhoff, professari á DTU, hevur lagt hópin av hagfrøði-tilfari á netið, sí m.a.
www2.imm.dtu.dk/~pbb/statistikonline.html

> Fríggjadag 11. november 2011 og um MC royndina

Viðvíkjandi ÁVEGIS ROYND 1 í gjár (9. nov.):
Eg havi talt stigini, sum tit fingu burtur úr Multiple Choice partinum.
Havi viðfest tey røttu svarini, og stabbamynd yvir stigini hjá tykkum.
Sum trúnaðarmál vil eg ikki senda tykkum listan við teimum persónligu stigunum. Eg taki tann listan (í pappírsformi) við í morgin, so tit kunnu síggja, um samsvar er við tykkara egnu uppteljing. Havi ikki (enn) korrigerað fyri teimum villum, sum vóru í spurningi 3 og 6. Sum eina venjing kunnu tit leggja tølini úr stabbamyndini inn í R og vita hvat miðaltalið og sd eru.

Fríggjadagin 11. november fara vit undir Chapter 6 í IPSUR bókini, har høvuðsevni er sýnisbýti: Sampling distributions, s. 199-210

Her eru slóðir til simuleringar av sýnisbýti av miðaltalinum:
onlinestatbook.com/stat_sim/sampling_dist/index.html
www.stat.tamu.edu/~west/ph/sampledist.html
wise.cgu.edu/sdmmod/sdm_applet.asp

og video-slóðir:
www.youtube.com/watch
boxplot:
www.youtube.com/user/jsnider3675

Her síggja tit IPSUR-høvundin halda fyrilestur um okkurt frá kap. 7 og 8:
www.ysumathstat.org/faculty/kerns/video/STAT3743/101310/STAT3743_101310.webm

Hagfrøði fyri KT-verkfrøðingar

Lærubøkur

G. Jay Kerns: Introduction to Probability and Statistics Using R   sum er tøk á netinum
kann takast niður her (IPSUR)

Jane Horgan: Probability with R: An Introduction with Computer Science Applications  Wiley-Blackwell; New edition (25 Nov 2008)    ISBN-10: 0470280735, ISBN-13: 978-0470280737

http://www.amazon.co.uk/Probability-Introduction-Computer-Science-Applications/dp/0470280735/ref=wl_it_dp_o_npd?ie=UTF8&coliid=I3IUMPCQPC4BUI&colid=2KPCU7EMVGL7H#_

Tilfar