Skip to main content

Støddfrøði 1 til kunningartøkni

Vælkomin til Støddfrøði 1 til kunningartøkni!

Undirvísari er Gunnar Restorff. Hann hevur kontór á ovaru hædd á Náttúruvísindadeildini og kann annars kontaktast á gunnarr(at)setur.fo.

Evnini, ið viðgjørd verða á skeiðnum, eru: Grundleggjandi støddfrøðilig háttaløg, logikkur, teljutrupulleikar, relatiónir, funktiónir, ordan, trø, grafar.

Førleikar. Tá skeiðið er at enda komið verður væntað av studentinum, at hann sjálvur kann:

  • avgera um ein støddfrøðilig próvførsla er røtt við at brúka reglurnar fyri logiskum niðurstøðum.
  • orða einkul støddfrøðilig prógv, serliga við at brúka støddfrøðiliga induktión og mótstríðsprógv.
  • gera útrokningar og brúka algoritmur, ið eru innan evnini, ið skeiðið snýr seg um - herímillum serliga at: 
    • gera formellar logiskar operatiónir á støddfrøðiligar útsagnir.
    • kenna aftur ymisk sløg av relatiónum og brúka hesar.
    • greina kombinatoriskar trupulleikar við at brúka teljuhættir eins væl og algebraiskar operatiónir.
    • kenna aftur ymisk sløg av grafum og brúka sentralar aloritmur knýttar at hesum.
    • arbeiða við rekursivum definitiónum og loysa lineerar homogenar rekursiónslíkningar á øðrum stigi við konstantum koefficientum.
  • vera vælkendur við støddarordan hjá eini funktión og brúk av O-notatión.
  • knýta samband millum støddfrøðiligu evnini í skeiðnum og teldufrøðiligar trupulleikar.

Lærubókin er: Kolman, Busby, and Ross: Discrete Mathematical Structures, 6th ed., Pearson Education.

Døming. Tað verður givið eitt samlað próvtal grundað á eina heildarmeting av trimum verkætanum og tveimum multiple-choice royndum.

Undirvísingin fer fram í Ovastovu mánadagar og hósdagar kl. 09:15-12:00 og 13:00-15:00.

Útgreinaða lýsingin av skeiðnum finst her og inniheldur hon nærri upplýsar um smálutirnar í skeiðnum. Allir studentarnir skulu hava lisið hetta undan fyrsta undirvísingartíma.

Ætlan fyri undirvísingina sæst niðanfyri. Hendan ætlan verður dagførd sohvørt. Niðast á síðuni er eisini eitt samlað yvirlit yvir útflýggjað tilfar. 

Mánad. 22.08.11Grundleggjandi støddfrøðilig hugtøk. Mongdarlæra, fylgjur, heil tøl (divisibilitet, primtøl, størsti felags divisor, minsta felags multiplum, primtøl, división við rest, basir), matrixrokning, boolskar matricur, Matematiskir strukturar Vikuseðil 1, Slides frá fyrlestri, 3 bash script: prime.sh, prime-ineff.sh, expansion.sh, §§1.1-1.6 undantikið "Strings and regular expressions", s. 17-19. §1.5 og §1.6 eru kursorisk. Uppg. 1.1.2, 1.1.12, 1.2.9, 1.4.1, 1.4.3, 1.4.5, 1.4.10, 1.4.11, 1.4.41, 1.3.8, 1.3.15.
Hósd. 25.08.11Endurtøka úr kapitli 1 - serliga prógv. Logikkur (útsøgn, implikatión, biimplikatión), Prógvhættir: Modus ponens og mótstríðsprógv. Slides frá fyrilestri 1H1, Slides frá fyrilestri 1H2, §§2.1-2.3. Uppg. 1.4.6, 1.4.7, 1.4.26, 1.4.27, 1.5.31, 1.1.28, 1.3.13, 1.3.14, 1.3.16, 1.6.6, 1.4.29, 2.1.10, 2.1.12, 2.1.15, 2.1.16. Fáa fyrstu verkætlan útflýggjaða: Fyrsta verkætlan (dagførd, ein feilur rættaður)
Mánad. 29.08.11Kapitul 2, §§2.3-2.4, 2.6. Prógvhættir: Modus ponens og mótstríðsprógv. Induktión.Vikuseðil 2, Talvunotur 2M1, 2 bash script: gcd-euclid.sh, gcd-minus.sh. Lesa §§2.3-2.4, 2.6 og rokna uppg. 2.2.10, 2.2.21, 2.3.1-4, 2.2.27, 2.2.28, 2.3.15, 2.3.22, 2.2.11, 2.3.23, 2.3.33, 2.4.16 umframt 1.4.26, 1.4.27 frá seinast. Tit mugu rokna flest møguligar uppgávur heima!
Hósd. 01.09.11Kapitul 3, §§3.1-3.5. Kombinatorikkur, talfylgiSlides frá fyrilestri 2H1, Lesa §§3.1-3.5 og rokna uppg. 2.4.21, 2.4.22, 2.4.23, 2.3.30, 2.3.34, 2.3.9, 2.3.21, 3.1.5, 3.1.8, 3.1.18, 3.1.20. Loysa Vegleiðandi multiple choice roynd 1 (svar)
Mánad. 05.09.11Rekurens relatiónir, Skuffuprinsippið, Sannlíkindi (§§3.3-3.5), Relatiónir (Kapitul 4) Vikuseðil 3, Talvunotur 3M1, Slides frá fyrilestri 3M2, kommandoir úr maxima til rekursiónsrelatiónir (txt). Lesa §§4.1-4.4 og rokna uppg. 3.2.1, 3.2.5, 3.2.8, 3.5.4, 3.5.5, 3.5.18, 3.1.9, 3.1.19, 3.1.33, 3.1.34, 3.2.2, 3.5.19, 3.5.20, 3.5.22. Loysa Vegleiðandi multiple choice roynd 2 (svar)
Hósd. 08.09.11Relatiónir (framhald)

Lata fyrstu verkætlan inn seinast kl. 13:00 (forsíða). Fáa aðru verkætlan útflýggjaða: onnur verkætlan. Lesa §§4.5, 4.7. Rokna uppg. 3.2,17, 3.4.20, 3.4.33, 3.4.36, 4.1.5, 4.2.3, 4.2.4, 4.2.5. Loysa Vegleiðandi multiple choice roynd 3 (svar)

Mánad. 12.09.11-Vikuseðil 4. §4.7, byrja upp á kap. 5. Loysa Vegleiðandi multiple choice roynd 4 (svar) og Vegleiðandi multiple choice roynd 75min (fyrri partur) (svar). Rokna uppg.: 4.2.23, 4.2.25, 4.3.1-8, 4.4.1, 4.4.2, 4.4.13, 4.1.32, 4.2.24, 4.3.9–16, 4.4.6, 4.4.14, 4.4.18, 4.4.19, 4.5.1, 4.5.4, 4.5.17, 4.7.1, 4.7.4, 4.5.18, 4.5.21, 4.7.22.
Hósd. 15.09.11-Kapitul 5 (§5.1-5.3), kl. 9:15-12:00. Rokna uppg.: 5.1.1, 5.1.10, 5.1.13, 5.1.16, 5.1.19, 5.1.24. Multiple-choice roynd kl. 13:00-14:15 Royndin, versión A (svar)
Mánad. 19.09.11-Vikuseðil 5 kemur seinni. §§5.3, 6.1-6.3, Rokna uppg.: 5.3.1, 5.3.3, 5.3.6, 5.3.8, 5.3.9.
Hósd. 22.09.11-Lata aðru verkætlan inn seinast kl. 13:00. Fáa triðju verkætlan útflýggjaða: triðja verkætlan. Rokna uppg.: 6.1.1, 6.1.15, 6.2.1, 6.2.2, 6.2.9, 6.2.34, 6.3.1, 6.3.2. Rokna Vegleiðandi multiple choice roynd 5 (svar)
Mánad. 26.09.11-§§6.3, 6.4, 6.5, (6.6 kursorisk). Rokna 5.3.4, 5.3.11, 5.3.12, 5.3.24. Rokna vegleiðandi royndina frá seinast.
Hósd. 29.09.11-§§7.1-7.3. 5.3.29, 6.3.7, 6.4.1-4, 6.4.9, 6.4.10, 6.4.16, 6.5.3, 6.5.5.
Mánad. 03.10.11-§§7.4-7.5. Vegleiðandi multiple choice roynd 6 (svar). 7.1.1–2, 7.1.4, 7.1.28, 7.2.1, 7.3.1–3, 7.3.6–8, 7.3.11-13, 7.4.11-12.
Hósd. 06.10.11-

§§8.1, 8.2 og 8.6. Vegleiðandi multiple choice roynd 7 (svar) og Vegleiðandi multiple choice roynd 75min (seinni partur) (svar). Lata triðju verkætlan inn seinast kl. 13:00

Mánad. 10.10.11-Fríggjad. 14.10.11Heystfrí
Hósd. 20.10.11Spyrjitími kl. 13.00Rokni omanfyristandandi multiple choice royndir
Fríggjad. 21.10.11-Multiple-choice roynd, kl. 13:30-14:45 í Ovastovu

Útflýggjað tilfar