Skip to main content

Web skipanir við ASP.NET/C#

Skeiðstilfar

Skeiðslýsing

HeitiWeb skipanir við ASP.NET/C#.
Skeið nr.5022.10
ECTS7.5
FortreytirYnskiligt: 15 ECTS í C++, Java ella C#; 7,5 ECTS í Databasur og 7,5 ECTS innan Innleiðing í Web skipanir.
EndamálAt læra um menning av web skipanum við ASP.NET/C# amboðum - til at menna interaktivar databasudrivnar web skipanir.
EvniMenning av ASP.NET 4 heimasíðum við Visual Web Developer 2010 - ókeypis Express útgávan. Skapa HTML og ASP.NET heimasíður. Sniðgeving av ASP.NET heimasíðum og CSS, t.e. málið sum verður brúkt til at stílseta web síður. Optimera kodu við brúk av ASP.NET servara kontrollum. Forritan av ASP.NET heimasíðum við C# málinum. Skipan av ASP.NET heimasíðum við master síðum.  Navigatión, brúkara kontrollar og validering av brúkara input. Smidligari brúkaramarkamót við ASP.NET AJAX. Effektir og animatiónir við jQuery. SQL leitingarmálið og SQL Server databasan. Vísing og dagføring av data við ASP.NET data kontrollum. Atgongd til objektir, databasur, XML v.m. við LINQ og ADO.NET Entity Framework. Data kontroll stýlar og data caching. Trygd í ASP.NET 4 heimasíðum. ASP.NET Profile heimasíður við innihaldi tillagaðar hvørjum einstøkum brúkara. Feilviðgerð, feilfinning og tracing við amboðum í Visual Web Developer.    
UndirvísingSjálvstøðugt arbeiði við eini verkætlan og uppgávum úr lærubókini, sum verður stuðlað av stuttum fyrilestrum og vegleiðing frá undirvísarum á NVD og úr KT-vinnuni.
Døming4 tímar skrivlig próvtøka uttan hjálpiamboð. Galdandi próvtalsstigi verður nýttur.
LestrarlistiBeginning ASP.NET 4: in C# and VB (Wrox Programmer to Programmer) [Paperback] Imar Spaanjaars, Wrox; 1 edition (March 22, 2010). ISBN-10: 0470502215; ISBN-13: 978-0470502211. 
www.amazon.com/Beginning-ASP-NET-VB-Wrox-Programmer/dp/0470502215
Samskifti

Hannes Gislason; teldupostur: hannesg(at)setur.fo
Yngvi S. Guttesen; teldupostur: ysg(at)nema.fo

Skeiðsheimasíða

Tú ert á skeiðsheimasíðuni:
www.setur.fo/index.php
 

Byrjar10-01-2012
Endar24-02-2012
UndirvísingartíðirTýsdagar og fríggjadagar kl. 09.15 - 15.00
Próvtøkan

05-03-2012 kl. 13-17. Skrivlig próvtøka uttan hjálpiamboð. Galdandi próvtalsstigi verður brúktur.

Sí annars teldupost frá skrivstovuni viðv. próvtøkuni.

Viðmerkingar

1. Allur teksturin í lærubókini um VB-málið og kap. 19 er valfríur lesnaður.

2. Krøv eru til teldurnar, sum næmingarnir brúka í skeiðnum. Hesi krøv eru lýst soleiðis í lærubókini:

What You Need to Use This Book

This book assumes you have a system that meets the following requirements: 

- Capable of running Visual Web Developer. For the exact system requirements, consult the readme file that comes with the software.
www.microsoft.com/visualstudio/en-us/products/2010-editions/visual-web-developer-express

- Running Windows Vista or Windows 7 (both require at least the Home Premium edition), or one of the Windows Server 2008 editions. 

Although you should be able to follow along with most of the exercises using another version of Windows such as Windows XP (as long as it’s supported by Visual Web Developer), the exercises in Chapter 19 on deployment require the use of Microsoft’s web server IIS 7 or later, which only ships with the Windows versions in the requirements list. 

Chapter 1 shows you how to obtain and install Visual Web Developer 2010, which in turn installs the Microsoft .NET Framework version 4 and SQL Server 2008 Express edition; all you need is a good operating system and the drive to read this book!

3. Um næmingar hava trupulleikar ella spurningar av hesum teldukrøvum skal boðast frá hesum skjótast gjørligt til Hannes og Yngva í góðari tíð áðrenn skeiðið byrjar.