Skip to main content

KT verkfrøði

Hevur tú áhuga fyri at arbeiða við KT, tekniskum loysnum og nýggjum vinnumøguleikum, so er KT-verkfrøði rætta útbúgvingin fyri teg. Útbúgvingin gevur tær eina breiða vitan um kunningar og samskiftistøkni (KST).

Les meira um útbúgvingina KT-verkfrøði
Yvirlit yvir ábyrgdarlærarar í hvørjum einstakum skeiði á útbúgvingini

Lívfrøði

Hevur tú áhuga fyri spurningum um t.d. hvussu lívið varð til, hvussu tað broytist, hvussu arvurin stýrir útsjónd og evnum hjá heimsins verum, hvussu verur laga seg til umhvørvið, so er bachelor í lívfrøði ein áhugaverd útbúgving fyri teg. Útbúgvingin gevur tær eina breiða vitan um lívfrøði.

Les meira um útbúgvingina Lívfrøði
Almenn lýsing av útbúgvingini Lívfrøði
Útgreinaðar lýsingar av skeiðum á útbúgvingini Lívfrøði
Yvirlit yvir ábyrgdarlærarar í hvørjum einstakum skeiði á útbúgvingini

Jarð- og havfrøði
Hevur tú áhuga fyri at vita meir um t.d. upprunan hjá Jørðini, hvussu hon er broytt ígjøgnum milliardir av árum, hvar jarðskjálvtar kunnu henda? Ella hevur tú áhuga fyri at vita meir um leiting eftir ráevnum í undirgrundini, t.d. um møguleikar fyri at finna olju og gass við Føroyar? Eru tað veðurlagsbroytingar og umhvørvisspurningar, sum hava tín áhuga, og t.d. spurningurin um útvinning av grønari orku úr streymi og aldu? Bachelor útbúgvingina í jarð- og havfrøði er tá rætta útbúgvingin fyri teg. Fleiri faksamansetingar eru møguligar.

Les meira um útbúgvingina Jarð- og havfrøði
Yvirlit yvir ábyrgdarlærarar í hvørjum einstakum skeiði á útbúgvingini

Útbúgvingar á Náttúruvísindadeildini

Á Náttúruvísindadeildini ber til at taka bachelorútbúgvingar í KT-verkfrøði, Lívfrøði og í Orku-og Umhvørvisverkfrøði. Útbúgvingarnar eru á altjóða stigi, og geva atgongd til framhaldandi útbúgvingar á master stigi. Harumframt ber til at taka hjánám í støddfrøði.

Orkuverkfrøði (upptøka næstu ferð á sumri 2017)

Treyt fyri upptøku er at umsøkjari hevur miðnámsprógv við

Støddfrøði á A stigi við miðaltalinum 6,0 ella hægri eftir 7-stiganum ella 8,0 ella hægri eftir 13-stiganum. Miðaltalið verður roknað av skrivligum og munnligum próvtalsúrslitum og endaligum ársmetum

Alisfrøði á B stigi

Evnafrøði á C stigi

Ella, at tú hevur staðið maskinmeistaraprógv við miðaltalinum 9,0 ella hægri eftir 13-stiganum. Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.


Hjánám í støddfrøði (upptøka næstu ferð á sumri 2016)

Treyt fyri upptøku er at umsøkjari hevur miðnámsprógv við har støddfrøði er staðið á A-stigi.