Skip to main content

Bachelor-útbúgvingar

Náttúruvísindadeildin bjóðar út 3 ára bachelor útbúgvingar. Lívfrøði og KT-verkfrøði verða bjóðaðar út í 2016, meðan Orkuverkfrøði verður bjóðað út aftur í 2017.

Ein gjøllari kunning um útbúgvingarnar sæst niðanfyri.

Orkuverkfrøði

Útbúgvingin er ein nýggj 3½ ára verkfrøði útbúgving. Hon gevur tær eina breiða vitan um burðardygga orkuveiting og burðardygga orkunýtslu og um jaliga týdningin, ið hetta hevur fyri umhvørvi, veðurlag og samfelag.  Spurningurin um, hvar vit fáa orkuna frá í framtíðini, er sera viðkomandi fyri føroyska samfelagið.

Lívfrøði

Lívfrøðiútbúgvingin er ein spennandi útbúgving, sum gevur tær eina breiða vitan um lívfrøði. Útbúgvingin er skipað eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt er føroyska náttúran ein náttúrligur partur í útbúgvingini. Hevur tú áhuga fyri dálking, vilt tú finna nýggjar hættir at nýta føroyska tilfeingið ella undrast tú á, hví summi fáa krabbamein?

Setrið bjóðar tríggjar ymsar lestrarleiðir innan lívfrøði: Lív-vistfrøði, Havlívfrøði og Mýlska lívsvísindi. Eftir trý ár fært tú barchelorprógv, sum gevur tær fleiri arbeiðsmøguleikar og høvi til at lesa víðari til master (M.Sc.). og ph.d.

KT-verkfrøði

Hevur tú áhuga fyri at arbeiða við KT, tekniskum loysnum og nýggjum vinnumøguleikum, so er KT-verkfrøði rætta útbúgvingin fyri teg. Útbúgvingin gevur tær eina breiða vitan um kunningar og samskiftistøkni (KST).

Aðrar upplýsingar