Skip to main content

Bachelor í Náttúruvísindum

Jarðfrøðiliga breytin

Her verður dentur lagdur á jarðvísindi og ráevni í undirgrundini. Hevur tú áhuga fyri at vita meir um t.d. upprunan hjá Jørðini, hvussu hon er broytt ígjøgnum milliardir av árum, hvar jarðskjálvtar kunnu henda? Ella hevur tú áhuga fyri at vita meir um leiting eftir ráevnum í undirgrundini, t.d. um møguleikar fyri at finna olju og gass við Føroya? So er jarðfrøðiliga linjan tann rætta útbúgvingin fyri teg.

Útbúgvingin er skipað eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt fært tú vitan um føroysku undirgrundina. Útbúgvingin gevur tær vitan og førleika til at luttaka í víðfevndum arbeiði við jarðvísindaligum evnum. Hon gevur t.d. eisini gott grundarlag fyri at luttaka í fyrisitingarligum arbeiði við atliti at ráðevnum í undirgrundini.

Havfrøðiliga breytin

Her verður dentur lagdur á hav, veðurlag og umhvørvi. Eru tað m.a. havstreymar, veðurlagsbroytingar og umhvørvisspurningar, sum hava tín áhuga? Ella er tað t.d. spurningurin um útvinning av grønari orku úr streymi og aldu? Ella er tað sambandið millum havstreymar kring Føroyar, veðurlag og fiskastovnar? So er havfrøðiliga linjan tann rætta útbúgvingin fyri teg.

Útbúgvingin er skipað eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt fært tú vitan um sambandið millum havstreymar kring Føroyar, veðurlag og fiskastovnar. Útbúgvingin gevur tær vitan og førleika til at luttaka í víðfevndum arbeiði í t.d.  havfrøðiligum og umhvørvisligum rannsóknum. Útbúgvingin gevur eisini grundarlag fyri fyrisitingarligum arbeiði, t.d. við atliti at havumhvørvinum. 

Hvussu sær útbúgvingin út? 

Útbúgvingin tekur 3 ár og er skipað í lestrarhálvum (august-desember og januar-juni). Lestrarhálvurnar eru býttar sundur í tveir blokkar við tveimum skeiðum í hvørjum blokki - sí yvirlitini yvir havfrøðiligu breytina og jarðfrøðiligu breytina. Ein handbók er við nágreiniligum lýsingum av øllum skeiðunum í útbúgvingini.

Føroyar eru áhugaverdar fyri jarð- og havfrøðingar

Stórur áhugi er fyri føroysku undirgrundini. Mong altjóða oljufeløg hava seinnu árini verið virkin í leiting eftir olju og gassi í føroyska økinum. Vónir eru um, at olja og gass kunnu geva týðandi inntøkur til føroyska samfelagið. Nógv spennandi granskingarvirksemi er í gongd fyri at fáa meiri vitan føroysku undirgrundina. 

Stórur áhugi er somuleiðis fyri havinum kring Føroyar. Her reka stórir streymar, ið ávirka veðurlagið kring allan heim, og her eru ómetaligir fiskastovnar, ið hava avgerandi fíggjarligan týdning fyri Føroyar. Aldu- og streymviðurskiftini hava eisini avgerandi týdning fyri møguleikarnar at ala fisk. Hesi viðurskifti hava sett føroyska havgransking á heimskortið.

Hvat verður lært um?

Útbúgvingin gevur ta fyrstu tíðina eitt sterkt náttúruvísindaligt grundarlag, sum bygt verður á í tí jarðfrøðiligu og tí havfrøðiligu breytini. 

Í jarðfrøði verður byrjað við grundleggjandi jarðfrøði og jarðalisfrøði við dømum m.a. úr føroysku undirgrundini. Síðan verður komið inn á fortreytir fyri, at ráevni sum t.d. olja og gass kunnu blíva til í undirgrundini, og arbeitt verður við ymiskum leitingarhættum eftir ráevnum í undirgrundini, bæði seismiskum og ikki-seismiskum hættum.

Í havfrøði verður byrjað við yvirliti yvir týðandi eginleikar og tilgongdir í havinum og luftini, m.a. við atliti at veðurlagsbroytingum. Síðan verður komið inn á, hvørji viðurskifti stýra ymsu rørslunum í havinum, so sum streymi, sjóvarfalli og aldu. Arbeitt verður eisini við, hvussu teldumodell kunnu gerast fyri rørslur í havinum.

Hvat kann útbúgvingin brúkast til?

Við støði í útbúgvingini hevur tú vitan og førleika til at luttaka í víðfevndum arbeiði við jarðfrøðiligum ella havfrøðiligum evnum, ið t.d. kunnu snúgva seg um rannsóknir eftir ráevnum í undirgrundini ella havfrøðiligar umhvørvisligar rannsóknir. Útbúgvingin gevur eisini grundarlag fyri fyrisitingarligum arbeiði, t.d. í oljufyrisiting ella umsiting av havumhvørvinum. 

Við hesi útbúgvingini kanst tú gerast partur av einum spennandi og týdningarmiklum fakøki. Og hevur tú hug at útbúgva teg víðari oman á hesa útbúgvingina, ja so er heimurin opin fyri tær, tí hetta er ein altjóða útbúgving.

Umsóknarblað

Umsóknarblað til útbúgvingina fæst á www.setur.fo.