Skip to main content

Útbúgvingin
Hevur tú áhuga fyri at arbeiða við KT-loysnum og nýggjum vinnumøguleikum, so er KT-verkfrøði rætta útbúgvingin fyri teg. KT-verkfrøði er ein fjølbroytt universitetsútbúgving. Útbúgvingin er skipað sum 3-ára bachelorútbúgving. Tú lærir um teldufrøði og forritan, stødd- og hagfrøði, algoritmur og dátubygnað, dátugrunnar og KT-skipanir, dátusamskifti umvegis føst og tráðleys net, internet og web-skipanir, verkætlanarleiðslu og fíggjarstýring.

Útbúgvingin gevur tær soleiðis eina breiða vitan um kunningar- og samskiftistøkni. Høvuðsdenturin í útbúgvingini er á bygnað, nýtslu og forritan av KT-skipanum. Hetta gevur tær gott grundarlag fyri at arbeiða við menning av ritbúnaði og KT-verkætlanarleiðslu av tekniskum, fyrisitingarligum og handilsligum telduskipanum. Tú fært gott innlit í telduskipanir til bæði føroyska vinnulívið og samfelagsfyrisitingina.

Dentur verður eisini lagdur á altjóða KT-evni, sum geva tær gott innlit í nýggjar vinnumøguleikar í bæði føroyskari og altjóða KT-vinnu. Tí KT-økið er í støðugari menning, sum verður tikin við í útbúgvingina, t.d. app-forritan til fartelefonir.

Ynskiligt fyri lesturin er, at tú hevur góðar málførleikar í enskum, føroyskum og skandinaviskum máli. Í flestu skeiðum er mesta undirvísingartilfarið á enskum, og í einstøkum skeiði á donskum. Uml. 30% av skeiðunum í KT-verkfrøði eru skipað sum fjarlestur frá Mittuniversitetinum í Svøríki (yvir internet, síðani 2010). Lærubøkurnar í fjarlestrinum eru oftast enskar, men ymiskt undirvísingartilfar og kunning kann stundum vera á svenskum. Hesi fjarlesturskeið hava nú eisini stuðulsundirvísing í Føroyum (3 tímar/viku, síðani 2014)

Upptøkutreytir
Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv við støddfrøði á B- ella A-stigi. Miðaltalið í nevndu lærugrein skal vera í minsta lagi 4 á B-stigi ella minst 02 á A-stigi eftir 7-stiganum. Hetta svarar til í minsta lagi 7 á B-stigi ella minst 6 á A-stigi eftir 13-stiganum. Miðaltalið verður roknað av skrivligum og munnligum próvtalsúrslitum og endaligum ársmetum. Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Møguleikar fyri arbeiði eftir lokna útbúgving
Sum KT-verkfrøðingur hevur tú arbeiðsmøguleikar bæði innan- og uttanlands. KT-verkfrøðingar starvast í privatum fyritøkum, í almennari fyrisiting ella innan undirvísing og gransking. Dømi um arbeiðsøki eru:

  • KT-menning, forritan og verkætlanarleiðsla í KT-virkjum, fjarskiftis- og internetfyritøkum. KT-rakstur og -trygd hjá bankum, tryggingarfeløgum, privatum virkjum og almennum stovnum.
  • Snild og effektiv nýtsla av KT til skapan av nýggjum vørum og tænastum, t.d. innan heimasíðuskipanir og appir til nethandlar, spøl, kappingar, lýsingar- og miðlafyritøkur.
  • Undirvísing í KT, umframt menning og rakstur av undirvísingaramboðum og fjarlestrarskipanum.
  • Gransking og ráðgevandi verkfrøði, dátuinnsavning og -viðgerð, teldusimulering. KT-verkfrøðingar arbeiða við teldumodellum og stórum dátunøgdum innan nógv ymisk fakøki, t.d. fjarskifti, ílegugransking, veðurlagsgransking og orkusparing.


Framhaldandi útbúgving

KT-verkfrøði gevur smb. avtalu frá 2012 treytaleysa atgongd til víðari lestur (MSc) við Danmarkar Tekniska Universitet (dtu.dk) innan hesar útbúgvingar: Computer Science and Engineering, Digital Media Engineering, Telecommunication. Samstarvsavtala frá 2010 við Mittuniversitetið (miun.se) gevur atgongd til útbúgvingina International Master's Programme in Computer Engineering, og óformlig avtala við Universitetið í Keypmannahavn (diku.dk) gevur atgongd til MSc in Computer Science. KT-verkfrøði kann við møguligum avmarkingum eisini vera støði undir líknandi útbúgvingum við onnur universitet.

Nærri kunning
Við at venda tær til lestrarvegleiðingina: NVD-studvegl(at)setur.fo ella við at venda tær til Hannes Gislason, útbúgvingarleiðara, hannesg(at)setur.fo

Bachelor í KT-verkfrøði