Skip to main content

Lívfrøðiútbúgving á Fróðskaparseturi Føroya

Lívfrøðiútbúgvingin er ein spennandi útbúgving, sum gevur tær eina breiða vitan um lívfrøði. Útbúgvingin er skipað eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt er føroyska náttúran ein náttúrligur partur í útbúgvingini. Hevur tú áhuga fyri dálking, vilt tú finna nýggjar hættir at nýta føroyska tilfeingið ella undrast tú á, hví summi fáa krabbamein?

Setrið bjóðar tríggjar ymsar lestrarleiðir innan lívfrøði: Lív-vistfrøði, Havlívfrøði og Mýlska lívsvísindi. Eftir trý ár fært tú barchelorprógv, sum gevur tær fleiri arbeiðsmøguleikar og høvi til at lesa víðari til master (M.Sc.). og ph.d.

Hví lesa lívfrøði í Føroyum?

Føroyar umfata munandi meiri enn 18 oyggjar í Norðuratlantshavinum (Kort: Havstovan)

Umhvørvið í Føroyum er sermerkt, tí serligu føroysku náttúruviðurskiftini hava gjøgnum øldir ávirkað alt lív - bæði á sjógvi og landi. Í mun til onnur lond er stórur partur av vistskipanini framvegis ókannaður, hóast nógv serlig fyribrigdi eru verd at kanna.

Hvussu ber tað til dømis til, at føroyski starin og músin í Mykinesi og Nólsoy eru størri enn í grannalondunum, tá hetta er í andsøgn við regluna um, at djór í oyggjalondum eru minni enn í meginlondum? Og hvussu ber tað til, at toskurin á Føroya Banka veksur skjótari enn annar toskur í Norðurhøvum?

Tað eru nógvir áhugaverdir spurningar, sum tú kanst vera við til at svara, og kanska verður tað júst tín vitan og tínar kanningar, sum hava við sær, at vit betri kunnu gagnnýta tilfeingið ella leggja lunnar undir nýggjar óroyndar vinnumøguleikar í Føroyum. Hetta er ein útbúgving, har tú veruliga kanst gera mun við tíni vitan.

Bachelorútbúgving

Bachelorútbúgvingin tekur 3 ár. Lesturin fyrsta hálvtannað árið umfatar grundleggjandi felagsskeið fyri tær tríggjar lestrarleiðirnar. Hesi líkjast skeiðunum, ið verða hildin á universitetum í øðrum Norðurlondum. 

Útbúgvingin gevur hollar førleikar á fleiri økjum. Tú lærir at arbeiða yvirskipað við landsins livandi tilfeingi, tú fært dygga vitan og kunnleika um týdningarmestu lívfrøðiligu fakøkini,  tú hvessir evnini at ogna tær nýggja lívfrøðiliga vitan á vísindaligum støði, tú fært førleikar at avmarka, seta fram og greina lívfrøðiligar spurningar og greiðsluevni, og loksins verða gávurnar at tulka rá kanningarúrslit og seta tey í eitt vinnuligt og samfelagsligt høpi stuðlaðar og styrktar.

Bachelorútbúgvingin endar við eini seruppgávu, har tey lesandi velja at arbeiða við einum evni, ið tey hava serligan áhuga fyri.

Lívfrøði - Tríggjar lestrarleiðir

Eftir felagslesturin verður seinna helvt av útbúgvingini skipað við trimum ymiskum lestrarleiðum. Tú kanst tá velja ímillum lív-vistfrøði, havlívfrøði ella mýlska lívsvísindi. Seinasta árið kanst tú skapa tær ein útbúgvingarligan eindømisprofil – ein serligan profil, sum eingin annar hevur.

Meðan tú lesur, kanst tú taka skeið á útlendskum universitetum, og eftir fullførda bachelorútbúgving kanst tú halda fram við masterútbúgving uttanlands.

Lív-vistfrøði

Á hesi lestrarleiðini arbeiðir tú til dømis við fiskastovnum og stovnsrøkt, føðslugrundarlagnum í havinum, eins og tú kannar og greinar vistfrøðina á landi. Tú kanst kanna árinini av alheims upphitingini á sjógvi og landi, umframt at lýsa ymisk sløg av dálking, og hvussu dálkingin ávirkar menniskju, plantur, djór og smáverur.

Skeiðini í lív-vistfrøði geva ástøðiligan og verkligan kunnleika innan flestu øki av lívfrøðini. Flestu skeið eru løgd soleiðis til rættis, at tú skiftir ímillum ástøði, starvsstovuvenjingar og felt‐arbeiði. Summi skeið verða hildin um summarið.

Útbúgvingin í lív-vistfrøði gevur breiðan og góðan fakligan kunnleika og møguleikar til mong ymisk spennandi arbeiði, sum kunnu umfata tvørfaklig evni, eitt nú orku- og býarplanlegging og burðardygga menning. Bachelorheitið gevur tær eisini førleika at arbeiða í miðlaheiminum sum vísindajournalistur ella sum umhvørvisráðgevi í privata og almenna geiranum.

Lívfrøðingar fylgja við broytingum í havumhvørvinum
Moldmáting er týðandi vistfrøðisvirksemi
Grøn orkuútbygging hevur týdning fyri umhvørvi

 

Havlívfrøði

Plankton í sjónum hava ymisk skap.

Í havinum finst størst margfeldi av rygg- og ryggleysum djórum, umframt tarasløgum, sum støðugt fáa størri týdning sum matur hjá heimsins fólkasløgum. Samstundis er hetta dýrabara tilfeingið undir støðugari hóttan av ovurveiðu, umhvørvisdálking, tráheysting og veðurbroytingum.

Á havlívfrøði-lestrarleiðini  fært tú eitt gott yvirlit yvir umhvørvistrupulleikarnar, ið ávirka Føroyar og alla jarðarklótuna sum heild, og vit vísa á haldgóðar loysnir. Dentur verður lagdur á alisfrøðiligu og evnafrøðiligu eginleikarnar í havinum, og tú fært eisini innlit í fiskaaling. Útbúgvingin gevur hollan kunnleika um vistskipaninar á til dømis Landgrunninum og á Føroya Banka.

Við bachelorprógvi í havlívfrøði kanst tú arbeiða á granskingarstovnum, í almennum leiðslum, hjá friðingarmyndugleikum ella í ráðgevingarfyritøkum. Útbúgvingin gevur tær eisini møguleika at arbeiða sum vísindajournalistur, undirvísari ella kunningarserkønur í havumhvørvismálum.

Veður og vindur hava árin á havið og lívið í havinum
Tað er ikki av tilvild, at grindahvalur oftari er at síggja tætt við land í Føroyum enn í hinum norðanlondunum

Mýlsk lívsvísindi

Mangar sjúkur stava frá ílegubreki.

Á hesi lestrarleiðini fært tú eitt grundleggjandi og breitt innlit í mýlska lívfrøði. Tú lærir um lívfrøðiligar tilgongdir á mýlskum stigi og á kyknu- og organismustøði. Útbúgvingin er hugalig og fjølbroytt við fyrilestrum, starvsstovuarbeiði, evnislestri, lestrarvitjanum og egnum verkætlanum.
Ein týðandi partur av lívsvísindum snýr seg um DNA-tøkni, sum er eitt sera spennandi øki. Hetta er eisini sama tøkni, sum løgreglan nýtir fyri at finna fram til brotsfólk.

Við DNA-tøkni ber eisini til at finna genetiskar orsøkir til fleiri ílegu-grundaðar sjúkur í Føroyum, umframt at kanna hvørji ílegubrek gera, at summar kyknur verða til krabbakyknur.

Mýlsk lívfrøði kann eisini hava týdning á annan hátt, tí smáverur við hóskandi genetiskum eginleikum kunnu gagnnýtast í medisinskari gransking, biotøkni, matfeingisídnaði, heilivágsframleiðslum, orkuframleiðslu og sum loysn á stóra rusktrupulleikanum á jørðini. Útlit eru enntá fyri, at mýlsk lívsvísindi saman við nanotøkni kann nýtast til at umvæla skaddar nervar í mannalikaminum, so hetta er ein lestrarleið við stórum møguleikum.

Útbúgvingin leggur grundarlagið undir menning av nýggjum og sterkum amboðum til framkomna biotøkni og biomedisin.

Við Bachelor-prógvi í mýlskum lívsvísindum kanst tú starvast í heiligvágsídnaðinum, í sjúkrahúsverkinum, á universitetum og á øðrum granskingarstovnum.

Fleiri heilivágir eru úrslit av miðvísari mýlskari gransking
Mikroskop er týðandi tól í lívfrøði