Skip to main content

Bachelor í orkuverkfrøði

Útbúgvingin

Útbúgvingin er ein nýggj 3½ ára verkfrøði útbúgving. Hon gevur tær eina breiða vitan um burðardygga orkuveiting og burðardygga orkunýtslu og um jaliga týdningin, ið hetta hevur fyri umhvørvi, veðurlag og samfelag. Spurningurin um, hvar vit fáa orkuna frá í framtíðini, er sera viðkomandi fyri føroyska samfelagið. 

Føroyar hava fjølbroyttar náttúrugivnar møguleikar fyri at vinna orku úr varandi orkukeldum sum t.d. vatni, vindi, sjóvarfalli, aldu og sól. Ein serstøk avbjóðing fyri eitt oyggjasamfelag sum okkara er, at samband ikki er til aðrar orkuveitarar ígjøgnum eitt felags veitingarnet. Tí er týdningarmikið at fáa eina burðadygga loysn fyri, hvussu ymiskar orkukeldur kunnu fáast at virka saman innanlands, so samfelagið verður minni heft av innfluttari olju. Hetta eru dømi um evni, ið eru við í útbúgvingini.

Útbúgvingin inniheldur eina hálvtára starvsvenjing. Starvsvenjingin er løgd inn í útbúgvingina fyri at tryggja, at tú ert klár(ur) til arbeiðsmarknaðin eftir lokna útbúgving. Útbúgvingin endar við eini verkætlan, har tú fært høvið til at seta teg serliga væl inn í eitt evni, ið útbúgvingin fevnir um.  Endaliga verkætlanin kann gerast í samstarv við stovnin ella felagið har tú var í starvsvenjing.

Útbúgvingin er løgd soleiðis til rættis, at tú kanst taka hálvt ár á einum útlendskum universiteti.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv við

- Støddfrøði á A stigi við miðaltalinum 8,0 ella hægri eftir 13 skalanum
- Alisfrøði á B stigi
- Evnafrøði á C stigi

Ella, at tú hevur staðið maskinmeistaraprógv við miðaltalinum 9,0 ella hægri eftir 13 skalanum.

 

Eftir lesnaðin

Eftir at hava tikið hesa útbúgvingina, hevur tú góðar starvsmøguleikar og góðar møguleika at útbúgva teg víðari á øðrum universitetum. Fróðskaparsetrið hevur samstarv við fleiri universitet í Danmark, Bretlandi og aðrastaðin, har tú hevur møguleika at taka master- ella kandidatútbúgving.