Skip to main content

Orku- og umhvørvisverkfrøði

Treyt fyri upptøku er, at tú hevur miðnámsprógv og við nøktandi úrsliti hevur staðið:

  • Støddfrøði á A stigi við miðaltalinum 8 ella hægri eftir 13-stiganum og 7 ella hægri eftir 7-stiganum
  • Alisfrøði á B stigi
  • Evnafrøði á C stigi


Ella, at tú hevur staðið maskinmeistaraprógv við miðaltalinum 9,0 ella hægri eftir 13 stiganum.

Aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði kunnu góðtakast eftir nærri meting.

KT-verkfrøði

Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv við støddfrøði A ella B.

-    Antin á A-stigi við miðaltalinum 2 ella hægri eftir 7-talsstiganum ella 6 ella hægri eftir 13-talsstiganum
-    ella á B-stigi við miðaltalinum 4 ella hægri eftir 7-talsstiganum ella 7 ella hægri eftir 13-talsstiganum.

Miðatalið verður roknað av skrivligum og munnligum próv-talsúrslitum og endaligum ársmetum.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javn-settum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

 

Lívfrøði

Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnáms-prógv við:

-    alisfrøði á B-stigi
-    støddfrøði á B-stigi
-    evnafrøði á B-stigi

Miðaltalið í hvørjari av nevndu lærugreinum skal vera  minsta lagi 4 eftir 7-talsstiganum ella 7 eftir 13-talsstiganum.

Miðaltalið verður roknað av skrivligum og munnligum próv-talsúrslitum og av endaligum ársmetum.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.