Skip to main content

Kunning til komandi studentar

 

Úbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum eru á altjóða stigi við góðum møguleika hjá hvørjum einstøkum studenti at verða miðdepil og seta sín dám á undirvísingina. Náttúruvísindadeildin (NVD) bjóðar undirvísing við støði í føroysku náttúruni, vinnuni og samfelagnum annars.

Dagliga undirvísingin er vanliga skipað við fyrilestrum fyrrapart og uppgávurokning/venjingum seinnapart. Partar av undirvísingini fara fram við bólkaarbeiði. Tá farið verður á feltskeið úti í náttúruni, kann vera talan um ein ella fleiri heilar dagar, í einstøkum førum við yvirnáttingum. Í undirvísingini verða evni tikin upp, ið hava tilknýti til føroysku náttúruna og føroyska samfelagið.

Eftir loknað bachelorútbúgving velja nøkur at fara í vinnu, meðan onnur velja at halda fram at lesa á útlendskum universitetum. Nakrir Bachelorar frá NVD hava valt at taka framhaldandi útbúgving til Master (M.Sc.) ella Ph.D. í Danmark, Noreg, Svøríki, Stórabretlandi og USA. Eisini er møguligt at taka Ph.D útbúgving á NVD.

Tað er bara á NVD, at hægri undirvísing fer fram við støði í føroysku náttúruni og umhvørvinum. Hesin kunnleiki kemur væl við seinni, serliga um starvast skal í føroyska samfelagnum.

Á smærri læristovnum er nærumhvørvið betri enn á teimum størru. Á NVD er stutt millum lærararnar og studentarnar. Tað sosiala umskiftið frá lesnaði á miðnámsskúla til universitet verður lættari, enn um byrjað verður á einum stórum universiteti og í fremmandari mentan, tó er fakliga umskiftið minst líka spennandi sum á stórum universitetum. 

Lestrarstuðul fæst gjøgnum Studna. Øll, ið eru 18 ár ella eldri, fáa útbúgvingarstuðul og lán, um tey uppfylla ásettu stuðulstreytirnar. Tey, ið ferðast við Strandfaraskipum Landsins, kunnu fáa stuðul til ferðing til og frá lestrarstaðnum.

Tey, sum taka útbúgving á Fróðskaparsetrinum, fáa stuðul sum útibúgvandi, uttan mun til hvar tey búgva. Meiri fæst at vita um stuðulin á www.studni.fo 

Hevur tú okkurt at spyrja um?