Skip to main content

Lestrarumhvørvið

Á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum leggja vit dent á at hava eitt gott, vinarligt og virkið umhvørvi.

Hølini á skúlanum og bókasavnið kunnu nýtast til at lesa og fyrireika seg í.

Skúlin er lítil, sum hevur við sær, at eitt tætt samband er millum undirvísarar og lesandi.

Á skúlanum eru 10 lærarar, 2 skrivarar og umleið 80 lesandi.

Ein køkur og felags rúm eru, har lesandi kunnu vera, fáa sær drekkamunn og annað

Í felagsrúminum standa teldur við atgongd til alnótina, og tvey bólkarúm við teldu eru, har eisini møguleikin er fyri at arbeiða alt samdøgrið.

Lesandi eru við í samstarvsnevndini, stýrisbólkinum fyri útbúgvingina og í bólkinum ið ger útbúgvingarætlan fyri kliniska partin av útbúgvingini.