Skip to main content

Barnsburðartunglyndi millum kvinnur í smásamfeløgum

Anna Sofía Fjallheim, cand.cur.

EPDS (Edinburgh Postnatal Depression Scale) er eitt screenings-amboð, sum verður brúkt til áseting av barnsburðartunglyndi hjá kvinnum eftir føðing. EPDS er nógv brúkt og eftirkannað í øðrum londum, men ongantíð eftirkannað í einum so lítlum samfelagið sum Føroyar, ið hevur onnur eyðkenni enn stórsamfeløg. Endamálið við hesi verkætlan er tí at eftirkanna screeningsamboðið í Føroyum við denti á, hvat “cut point” skal vera. Cut point er tað talið, ið skilur kvinnur, ið sannlíkt hava barns-burðartunglyndi frá teimum, sum ikki hava tað. Eitt neyvt og rætt cut point er neyðugt, um screenings-mboðið skal kunna áseta kvinnur við barnsburðartunglyndi.

Ein svensk kanning fra 2011 gevur ábendingar um at barnsburðartunglyndi kann vera ávirkað variatiónum í árstíðunum. Onga aðra staðni eru kanningar gjørdar, ið kunnu vátta ella avsanna hetta. Av tí at populatiónin í hesi verkætlan fevnir um eitt heilt ár, verður møguligt at kanna, um árstíðarvariatiónir eru í títtleikanum av barnseftirburðartunglyndi í Føroyum.