Skip to main content

Kunning um góðskrivingar

Umsókn um góðskriving

Góðskrivingar verða viðgjørdar tvær ferðir árliga, í heysthálvuni og í várhálvuni.
Námsfrøðinga- og læraralesandi søkja innan 20. august og 1. mars.
Onnur á HugSamNám innan 1. oktober og 1. mars.

Tak niður umsóknarblað her

The University of the Faroe Islands will assess the academic merit of all credit transfer applications and may award transferred credit for individual courses, or components of full degrees or qualifications, which applicants have completed at other higher education institutions. Following the same procedure, the University can also pre-approve the transfer of credit from courses or components of full degrees or qualifications students intend to complete at other higher education institutions.

Setrið kann eftir umsókn og fakligari meting játta at góðskriva skeið og partar av útbúgvingum, sum eru lokin, ella sum ætlanin er at lúka á øðrum universitetum.

Hvat kann verða góðskrivað


1)    Longu loknir námspartar av aðrari føroyskari útbúgving á sama stigi kunnu koma í staðin fyri partar av tí setursnámi, sum tann lesandi hevur søkt um upptøku til ella er innskrivaður til.
2)    Longu loknir námspartar av útlendskum námi á sama stigi kunnu koma í staðin fyri partar av tí setursnámi, sum tann lesandi hevur søkt um upptøku til ella er innskriv¬aður til.
3)    Góðkenning frammanundan, forhondsgóðkenning, í sambandi við lestrarvist: Ætlaðir námspartar frá aðrari útlend¬skari útbúgving á sama stigi kunnu koma í staðin fyri partar av tí setursnámi, sum tann lesandi hevur søkt um upptøku til ella er innskriv¬aður til. Eitt nú norðurlendsk summarskeið og Nordliks/Nordplus-vistir.

Hvussu nógv kann verða góðskrivað
Í bachelornámum í  føroyskum, søgu og samfelagsfrøði kunnu í mesta lagi 40 ECTS verða góðskrivað. Í námsfrøðinga- og lærara¬útbúgv¬ingini tó 45 (ein linja).

Í masternámi kunnu í mesta lagi 60 ECTS verða góðskrivað, tá bachelornámið er lokið á Setrinum. Annars kunnu masterlesandi fáa 30 ECTS góðskrivað.

Í hjánámi kunnu tey 30 ECTSini, sum verða kravd á masterstigi, verða góðskrivað.

Umsókn
Søkt verður um góðskriving við umsóknarblaðnum Umsókn um góðskriving, ið verður latin inn á avvarðandi deild.

Umsóknarfreistir
Søkt kann verða um góðskriving tvær ferðir árliga
Lærara- og námsfrøðinga¬lesandi skulu søkja innan 20. august og 1. mars.
Øll onnur lesandi á HugSamNám skulu søkja innan 1. oktober og 1. mars.