Skip to main content

Yvirflyting

Vegleiðing til tín, sum ynskir at flyta frá danskari útbúgving til sjúkrarøktarfrøðing til Sjúkrarøktarfrøðideildina


Tú hevur hesar 3 møguleikar:

  1. Tú kanst søkja um yvirflyting, tá ið tú hevur staðið allar próvtøkur í modul 1, 2 og 3. Tú byrjar tá í Eind 4 í føroysku útbúgvingini.

  2. Tú kanst søkja um yvirflyting, tá ið tú hevur staðið allar próvtøkur í modul 1, 2, 3, 4 og 5. Tú byrjar tá í Eind 6 í føroysku útbúgvingini.

  3. Í serligum føri ber til at flyta yvir seinni í útbúgvingini, men tá verður útbúgvingin væl drúgvari. Orsøkin er, at tú skalt taka tær eindir í útbúgvingini, sum víkja frá donsku útbúgvingini. Tí mást tú flyta flokk í útbúgvingargongdini, fyri at fáa neyðugu 240 ECTS stigini.

Umsóknin

Umsókn um yvirflyting skal sendast Sjúkrarøktarfrøðideildini SFD(at)setur.fo  saman við prógvi fyri teimum próvtøkum, sum tú hevur staðið.

Lestrarpláss

Játtan um yvirflytingin er treytað av, at Sjúkrarøktarfrøðideildin hevur tøk lestrarpláss.

Bíðilisti

Umsøkjarar til yvirflyting hava ikki møguleika at koma á bíðilista. Umsóknin um yvirflyting verður viðgjørd og avgreidd við støði í tøkum lestrarplássum á sjálvum viðgerðardegnum.

Vegleiðing:

Útbúgvingarleiðarin  hittist á tlf. nr. +298 292255 og hevur teldupost susannam(at)setur.fo