Skip to main content

Útbúgvingar á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum

Á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum ber til at taka Bachelor í Sjúkrarøktarfrøði.

Upptøka

Her er møguligt at lesa nærri um upptøkutreytirnar:

Upptøkutreytir

Umsóknarblað fyri 2016

Her verður møguligt at taka niður umsóknarblað til upptøku 2016. Eisini verður løgd út ein leiðbeining til umsóknarblaðið. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út. Sum nakað nýtt ber til at søkja um upptøku elektroniskt (sí leinki niðanfyri).

Elektroniskt umsóknarblað


Kvota 2:


Kvota 1:



Umsóknir kunnu eisini sendast við telduposti til lestur(at)setur.fo

Sí annars nærri kunning á umsóknarblaðnum.

Umsóknarfreist

  •     Umsóknarfreistin at søkja inn eftir kvotu 2 er 15. apríl 2016 á miðnátt.
  •     Umsóknarfreistin at søkja inn eftir kvotu 1 er 1. juli 2016 á miðnátt.


Boð um upptøku verða (fyri bæði kvotu 1 og 2) send í seinasta lagi mikudagin 20. juli 2016. Váttan fyri, at umsøkjari tekur við lestrarplássinum, skal vera móttikin í seinasta lagi fríggjadagin 5. august 2016.

Lestrarárið á Sjúkrarøktarfrøðideildini byrjar eftir hálvan august 2016.

Fíggjarviðurskifti

Lesandi fáa útbúgvingarstuðul eftir reglunum hjá Studna