Skip to main content

Skeið í vísindaástøði og granskingarháttalagsfrøði

 
Ábyrgd: Súsanna Mortensen

ECTS: 10

Fortreytir: Miðallong heilsufaklig framhaldsútbúgving

Støði: Bachelor

Endamál: Ætlanin við skeiðinum er, at lesandi fáa innlit í vísindaligar tilgongdir til egið heilsufakligt yrki, og at tey menna akademiskan førleika at fara undir eina bachelorritgerð.

Innihald:

Vísindaástøði Góðska og góðskumenning í heilsuverkinum Verkætlanararbeiði Gransking og granskingarháttalagsfrøði
3 ECTS 1 ECTS 2 ECTS 4 ECTS
Vísindaástøði Góðska Grundstøðislutir í verkætlanararbeiði Háttalagsfrøði
Heilsuvísindi Góðskutilgongd Próvførðsluástøði Kvalitativ tilgongd :
Hugvísindi Góðskumenning Tekstgreining Tilgongdir innan hugvísindaliga gransking
Samfelagsvísindi Skjalfesting Bókmentaleiting Kvantitativ tilgongd:
Náttúruvísindi Evidenshugtakið Epidemiologi og hagfrøði
Háttaløg
Sett góðskukrøv

Læru- og undirvísingarhættir:
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, lesibólkar, bólkaarbeiði og sjálvlestur.

Læruúrtøka:
Eftir lokið skeið, skal tann lesandi:

  • leita eftir greinum á vísindaligum dátugrunnum
  • greiða frá skipaðu leitisøguni
  • greiða frá vísindaligum hugtøkum og háttaløgum, ið eru nýtt innan heilsuvísindaliga gransking
  • meta vísindaliga grein
  • miðla kanningarúrslit
  • skriva uppgávu á akademiskum stigi
  • staðfesta og skipa egnu læring innan vísindaástøði og háttalagsfrøði
  • reflektera yvir spurdómar innan heilsufakliga gransking

 

Próvdøming:
Próvtøkan er ein skrivlig bólkauppgáva. Próvtøkan er innanhýsis. Metingin er staðið/ikki staðið.