Skip to main content

Endamálið við útbúgvingini

Endamálið við útbúgvingini til sjúkrarøktarfrøðing er at geva teimum lesandi førleika til at kunna virka sjálvstøðugt sum sjúkrarøktarfrøðingar og vera við í tvørfakligum samstarvi. Útbúgvingin skal, í samsvari við ta samfelagsligu, vísindaligu og tøkniligu menningina og tørvin á sjúkrarøkt, geva teimum lesandi førleika í ástøðiligum og kliniskum sjúkrarøktarkunnskapi.

Sjúkrarøktarfrøðingur

  • Útbúgvingin til sjúkrarøktarfrøðing tekur 4 ár, og gevur rætt til heitið Bachelor í sjúkrarøktarfrøði.
  • Enska heitið er Bachelor of Science (BSc) in Nursing.
  • Útbúgvingin fatar um ástøðiliga undirvísing á skúlanum, og kliniska undirvísing á ymiskum deildum á sjúkrahúsum, ellis- og røktarheimum, og í heimarøktini kring landið.

Virkisøkið hjá sjúkrarøktarfrøðingum

  • Sjúkrarøktarfrøðingurin stuðlar sjúklingum, familjum og bólkum at meta um og brúka teirra likamligu, sálarligu, sosialu og andaligu møguleikar í tí umhvørvi tey liva og arbeiða í
  • Sjúkrarøktarfrøðingurin skal vera førur fyri at menna tiltøk og útinna handlingar, sum fremja og varðveita heilsu og fyribyrgja sjúku.
  • Sjúkrarøktarfrøðingurin metir um, leggur ætlan fyri, útinnir og eftirmetir sjúkrarøkt í mun til sjúku og rehabilitering í samfelagshøpi.
  • Sjúkrarøkt fatar um tað likamliga, sálarliga, sosiala og andaliga í lívinum, og tann hátt tey ávirka heilsu, sjúku, avlamni, líðing og tað at vera doyggjandi.
  • Sjúkrarøktarfrøðingurin útinnir sjúkrarøkt sjálvstøðugt og sum limur í tvørfakligum arbeiðsbólki.
  • Sjúkrarøktarfrøðingurin stuðlar sjúklingum, familjum, bólkum og nærsamfelagum, so tey eru virkin sjálvi, tá ið tað er viðkomandi. Á hendan hátt stuðlar sjúkrarøktarfrøðingurin sjálvsáliti og sjálvsavgerð og virkar fyri at fremja eitt heilsugott umhvørvi.