Skip to main content

Útbúgving til sjúkrarøktarfrøðing

Útbúgvingin er sett at vera 4 studentaársverk ella 240 ECTS stig og er býtt sundur í 16 eindir, hvør á 10  vikur. Eitt studentaársverk (60 ECTS) er arbeiðið hjá einum fulltíðarlesandi í 1 ár.

Útbúgvingin gevur rætt til heitið bachelor í sjúkrarøktarfrøði, enska navnið er Bachelor of Science (BSc) in Nursing.

Útbúgvingin fevnir um ástøðiliga undirvísing á skúlanum og kliniska undirvísing á ymisku deildunum á sjúkrahúsunum, ellis- og røktarheimunum og heimarøktini kring landið.

Frá 1. september 2010 varð útbúgvingin skipað í eindir.

Fyrsta lestrarárið

Her fært tú ástøðiliga undirvísing í, hvussu tú tekur tær av fysiska tørvinum hjá fólki. Í klinisku undirvísingini lærir tú grundleggjandi sjúkrarøkt í venjingarstovuni, sum hoyrir til sjúkrarøktar-frøðiskúlan og á deildunum á sjúkrahúsunum.

Næsta lestrarárið

Endamálið við ástøðiligu undirvísingini er, at læra at veita sjúkrarøkt til barnakonur, foreldur og børn. Dentur verður lagdur á bæði fyribyrgjan og eisini ta støðu, familjan kemur í, um tey verða sjúk.
Kliniska undirvísingin er løgd soleiðis tilrættis, at tú millum annað skalt savna upplýsingar, sum tú seinni skal brúka í samband við eini verkætlan, ið hevur familjuna í fokus.
Síðani lærir tú um sjúkrarøkt til sjúklingar við sálarligum trupulleikum og sálarligum sjúkum. Undirvísingin skiftir ímillum ástøði og klinikk á psykiatrisku deildunum.

Triðja lestrarárið

Fyrst eru tey eldru og teirra serligu støða í samband við heilsu og sjúku í miðdeplinum. Kliniska undirvísingin fer fram á røktarheimum og í heimarøktini kring landið.
Síðandi er evnið heilsufremjandi og fyribyggjandi sjúkrarøkt, við atliti til øll fólk í samfelagnum.  
Kliniska undirvísingin er løgd soleiðis tilrættis, at tú millum annað skalt savna upplýsingar, sum seinni skulu brúkast í sambandi við at tú gert eina, ið hevur heilsufremjan og fyribyrgjan í fokus.

Fjórða lestrarár

Fyrsta hálvárið fevnir um kliniska undirvísing á sjúkrahúsdeildunum.
Síðani verður Bachelor ritgerðin skrivað.

Tann ástøðiliga undirvísingin

Ástøðiliga undirvísingin á skúlanum skiftir ímillum fyrilestrar, bólkaarbeiði og sjálvlestur.
Høvuðsgreinin er sjúkrarøkt, sum fevnir um bæði ástøði og klinikk.
Her lærir tú at observera sjúklingarnar, nýta tína fakligu vitan til at meta um observatiónirnar og at útinna og dokumentera sjúkrarøktina.
Tú arbeiðir við likamligu sjúkrarøktini. Til dømis lærir tú at hjálpa sjúklingum at eta og drekka, máta puls og blóðtrýst, geva heilivág og hjálpa við persónligum reinføri.
Tú arbeiðir eisini við samskiftis- og umsorganarástøði umframt etiskum og filosofiskum evnum.
Í útbúgvingini verður dentur lagdur á sjúkrarøkt til menniskju í øllum aldursbólkum og lívsstøðum.

Aðrar lærugreinir

Anatomi/fysiologi/biokemi
Mikrobiologi/infektiónspatologi
Námsfrøði, heimspeki, samfelagsfrøði, sálarfrøði, samskifti.
Vísindaástøði/gransking, leiðsla.
Sjúkulæra, føðslulæra og aðrar lærugreinir.

Kliniska undirvísingin

Undirvísingin fer fram á teimum ymisku sjúkrahúsdeildunum. Hon fer eisini fram í heimarøktini og á røktarheimum. Tískil kanst tú vænta, at tú í tíðarskeiðum verður á klinisku undirvísingarstøðum á bygd og í býum, sum tú ikki vanliga hevur tilknýti til.
Kliniska undirvísingin fatar um heilsu- og sjúkrarøkt til fólk, við bæði likamligum og sálarligum sjúkum og sjúkrarøkt til fólk, har heilsan er í vanda.

Á klinisa undirvísingarstaðnum hevur tú ein vegleiðara, sum er sjúkrarøktarfrøðingur. Saman við tær hevur hann ábyrgdina av, at tú røkkir teimum lærumálum, ið verða sett fyri tey ymisku tíðarskeiðini.

Útbúgving í útlondum

Møguleiki er at taka partar av útbúgvingini uttan fyri Føroyar, vanliga eina ella tvær eindir. Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya samstarvar við aðrar sjúkrarøktarskúlar í Noregi, Svøríki, Finnlandi, Danmark, Baltisku lond og Grønlandi.
Útbúgvingin tvørtur um landamørk gevur møguleikar at uppliva aðra mentan og gevur innlit í aðra áskoðan á sjúkrarøkt. Lestur í útlondum kann geva eitt gott grundarlag at skilja onnur menniskju og eisini at skilja seg sjálvan.
Møguleiki er at søkja fíggjarligan stuðul ígjøgnum Nordplus.

Próvtøkur

Próvtøkur eru bæði í ástøðiligu og klinisku  undirvísingini. Hvør eind við próvtøku.
Tær tvær seinastu eindirnar skalt tú gera eina bachelorritgerð. Tú kanst velja um tú vilt gera eina sjálvstøðuga ritgerð, ella um tú vilt arbeiða saman við øðrum í einum bólki.

Fíggjarviðurskifti

Lesandi fáa útbúgvingarstuðul eftir reglunum hjá Studna

Framtíðarmøguleikar

Tá tú ert liðug/-ur at útbúgva teg, hevur tú nógvar møguleikar at velja arbeiðsøki.
Á sjúkrahúsum arbeiðir sjúkrarøktarfrøðingurin á nógvum ymiskum deildum, til dømis á heiliráðdeild, skurðdeild, intensivdeild, skurðstovu, doyvingardeild, barnadeild, psykiatrideild, uppvenjingardeild, ambulatorium og skaðastovu.
Uttanfyri sjúkrahúsini er møguleiki at arbeiða á røktardeild, í heilsu- og heimarøktini, og í læknaviðtalu.
Tað er eisini møguligt at arbeiða í útlondum. Norðurlond hava gjørt eina sínámillum avtalu um sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingarnar. Hetta ger, at føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar kunnu setast í starv innan heilsuverkið, um teir megna at tosa norðurlendskt. Sínámillum góðkenning av útbúgvingunum er eisini galdandi í londunum innan ES. Sjúkrarøktarfrøðingar hava eisini góðan møguleika at arbeiða hjá ymiskum neyðhjálparfeløgum. Feløgini seta tó ymisk krøv til arbeiðsroyndir og útbúgving.

Serútbúgving

Møguleiki er at serútbúgva seg innan ávís øki, til dømis doyving, reinføri, psykiatri ella intensiva sjúkrarøkt.

Víðari útbúgving

Útbúgvingin gevur sjúkrarøktarfrøðingum førleika til framhaldslestur, á eitt nú master- og kandidat støði, á hægri útbúgvingarstovnum.

Upptøkutreytir

Upptøkutreytirnar eru gymnasiel miðnámsútbúgving ella samsvarandi útbúgving. Tað merkir, at umsøkjarin skal hava students- HF- ella líknandi prógv, prógv úr øðrum londum, ið skúlin metir at vera sambærilig við omanfyri nevndu prógv ella aðrar royndir og/ella útbúgvingar, sum kunnu sammetast við áðurnevndu krøv.

Umsókn og váttan

Umsóknarblað til útbúgvingina liggur á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum www.setur.fo og fæst eisini við at venda sær til lestrarvegleiðaran.

Skjøl at senda við

Skúlin skal hava váttað avrit av hesum skjølum:
skúlaprógvi, viðmælum ella váttanum frá arbeiðsgevarum og dóps- ella navnabrævi.
Skúlin tekur onga ábyrgd av frumskjølum. Umframt nevndu skjøl skulu 3 passmyndir av umsøkjaranum eisini fylgja við.
Við útlendskum skjølum skal sendast ein váttað føroysk umseting – hetta er ikki neyðugt um skjølini eru donsk, norsk, svensk ella ensk.

Aðrar upplýsingar

Umsóknarbløðini skulu sendast í so góðari tíð, at tey eru skúlanum í hendi áðrenn umsóknarfreistin er úti.
Um tú ynskir nágreiniligari upplýsingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:

Lestrarvegleiðingin

Johild Dulavík
Tlf. +298 29 22 65
t-post: johild.dulavik(at)skulin.fo