Skip to main content

Masterútbúgving í fólkaheilsu

Nú ber til at søkja inn á nýggju masterútbúgvingina í fólkaheilsu. Framman undan hava stakskeið verið bjóðað út ímóti gjaldi, men hetta er fyrstu ferð, at full masterútbúgving verður bjóðað út.

Skipan, innihald og førleikar

Útbúgvingin telur 120 ECTS, og er skipað sum hálvtíðarlestur yvir fýra ár (hetta ger tað møguligt fyri lesandi at hava hálvtíðararbeiði í lestrartíðini).
Útbúgvingin viðger sjónarmið og mát fyri heilsu og fólkaheilsu, og menniskjans samspæl við heilsuligar avbjóðingar og samfelagsligar treytir í dag og gjøgnum tíðina; greinar umhvørvisárin á heilsu, arvaligar sjúkur, kostinntøku og kropsliga venjing, og hvussu fólkaheilsan verður merkt av hesum tættum. Tey lesandi fáa innlit í, greina og meta  gransking innan fólkaheilsu, og  undirvísingin í vísindaástøði og háttalagsfrøði ger tey lesandi før fyri at fyrihalda seg kritiskt til granskingarúrslit og eru eisini týðandi amboð í sambandi við egin analytisk verkevni. Dentur verður lagdur á holla vitan um og greining av fyribyrging og heilsufremjan, og í hesum sambandi er eisini heilsunámsfrøði ein týðandi táttur.

Í talvuni niðanfyri er samansetingin av útbúgvingini víst (tillagingar kunnu koma fyri) Hvør eind er 15 ECTS:

Ár Várið Heystið
2016 Eind 1 - Vísindaástøði og háttalagsfrøði
2017 Eind 2 - Heilsuvísindi/Fólkaheilsa, samfelag/mentan, Tjóða og altjóða rættindi, Føroysk lóggáva á heilsuøkinum Eind 3 - Heilsugransking
2018 Eind 4 - Yrkismenning - Valfrítt skeið Eind 5 - Heilsunámsfrøði, Fyribyrging og heilsufremjan
2019 Eind 6 - Fólkaheilsuvísindi og samtíðardiagnosa - Valfrítt skeið Eind 7 - Masterritgerð
2020 Eind 8 - Masterritgerð

 

Útbúgvingin gevur MSc-kandidatunum førleikar at nýta fólkaheilsuvísindaliga vitan í verki á víðkaðum støði, at greina samspælið millum samfelagslig viðurskifti og fólkaheilsu, at greiða frá, meta um og kunna nýta mest nýttu vísindaligu háttaløgini í fólkaheilsugransking, og at arbeiða spurdómsgrundað og tvørvísindaligt á einum høgum fakligum stigi. Tvær av lestrareindunum eru valfríar, og hetta gevur tí einstaka lesandi møguleika at skapa sín egna profil.

Upptøkukrøv

Umsøkjarar skulu hava miðallanga útbúgving sum bachelor ella professións-bachelor, eitt nú innan sjúkrarøktarfrøði, námsfrøði, læraraútbúgving, sosialráðgeva, ergoterapi, fysioterapi, samfelagsfrøði ella bioanalytikari. Nærri meting verður gjørd í hvørjum einstøkum føri. Tey, ið frammanundan hava tikið stakskeið innan heilsuvísindi á masterstigi á Fróðskaparsetrinum, kunnu søkja um at fáa tey skeiðini góðskrivað inn í útbúgvingina.

Tey, ið longu hava tikið 60 ECTS, kunnu sostatt søkja um at byrja eitt ár frammi í útbúgvingini, so tey byrja á Eind 5.

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er 1. juli 2016 á midnátt.

Umsóknarblað

Umsóknarblað finnur tú her


Hevur tú spurningar í sambandi við útfylling av umsóknarblaðnum, ber til at venda sær til Lestrarskrivstovuna á tlf. 292520 ella við t-posti til LSS[at]setur.fo

Umsóknin kann sendast teldutøk til:  

lestur[at]setur.fo 

ella við Posta til:

Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
postsmoga 272
FO-110 Tórshavn

Eisini ber til at leggja hana í postkassan á Lestrarskrivstovuni, J. C. Svabos gøtu 7.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur kandidatunum møguleika at førleikamenna seg at røkja arbeiði innan almanna- og heilsuverkið, ið krevur servitan og greinandi førleika á masterstigi. Útbúgvingin er harumframt ætlað at geva lesandi førleikar at arbeiða við granskingar¬verkætlanum í Føroyum innan heilsufrøði og menna seg til møguligan ph.d.-lestur.

Nærri kunning

Nærri kunning um útbúgvingina fæst við at venda sær til Marin Strøm, lektara í heilsuvísindum, við t-posti til MarinS[at]setur.fo.