Skip to main content

Um deildina

Gransking
Granskingarevnini á Søgu- og Samfelagsdeildini eru fleiri. Serligan áhuga í løtuni hava td. viðurskiftini í Føroyum eftir 1939 til í dag, grindaveiða, drykkisiðvenja í Føroyum, søga hjá heilsuverkinum. Hvussu korini hjá smásamfeløgum eru, bæði viðvíkjandi politikki, arbeiðsmarknaði og fíggjarligu treytirnar hjá vinnuvirkjum

Útbúgving
Útbúgvingarnar eru ein annar hornasteinur undir deildini og er útbúgving ein týðandi partur av uppgávunum hjá deildini. Til at røkka hesum málinum eru fleiri útbúgvingar at velja millum á Søgu- og samfelagsdeildini, bæði grundútbúgvingar og framhaldutbúgvingar.

Umframt at útbúgva og granska, skal deildin eisini veita ráðgeving innna síni vísindaøki og kunna almenningin um granskingarúrslit og háttaløg. Hetta verður gjørt í greinum í bløðum og vísindaligum tíðarritum eins og í bókum.

Menningarætlan
Søgu- & Samfelagsdeildin roknar tað sum sína tilverugrundgeving:

  • At vaksa um, menna og varðveita kunnleikatilfeingi í Føroyum um søgulig, stjórnmálalig, búskaparlig, fólkamentunarlig og løgfrøðilig viðurskifti
  • At bjóða út hægri útbúgvingar í Føroyum eftir førimuni við egnari læraramegi
  • At bjóða út hægri útbúgvingar í Føroyum í samvinnu við útlendskar lærustovnar, har egin orka ikki røkkur til ella kann røkka til
  • At tryggja góðskuna á útbúgvingini, og at leggja dent á góðskumenning við góðari planlegging, og við nýtslu av viðurkendum góðskumenningarmannagongdum
  • At 50% av tíðini hjá vísindastarvsfólkum verður nýtt til gransking, hvørs úrslit verða almannakunngjørd í altjóða vísindaligum tíðarritum, ritgerðum ella á ráðstevnum
  • At tryggja og menna góðskuna av granskingini gjøgnum samvinnu við altjóða granskingarumhvørvið
  • At verða tann stovnur í Føroyum, ið bæði útbúgvingar- og kunnleikaleitandi fyrst venda sær til, tá tað snýr seg um kunnleikatilfeingi um søgulig, stjórnmálalig, búskaparlig, fólkamentunarlig og løgfrøðilig viðurskifti