Skip to main content

Ulla Svarrer Wang


Tak niður grein

Hvør fær rættin til Rockall Háslættan?

Føroyskt úrtak
Bæði Stórabretland, Irland, Føroyar-Danmark og Island hava sett fram landgrunskrøv á Rockall Háslættanum i Norðuratlantshavi. Stórabretland og Irland settu fram landgrunskrøv á Rockall Háslættanum vestan fyri skotsku og irsku strendurnar i 1974, og hava siðani tá boðað frá landgrunskrøvum, sum røkka til vestara jaðaran av Rockall Háslættanum. Hesi bæði londini samdust i 1988 um landgrunsmarkið Iandanna millum i hesum øki. Føroyar-Danmark og Island boðaðu frá teirra landgrunskrøvum i 1985, og hesi krøv røkka eisini til Rockall Háslættan og umskarast við bretsku og irsku krøvini. Nu eru tvey meginøki á Rockall Háslættanum har Ósemja er um landgrunsrættindi millum (i) St6rabretland, FøroyarDanmark og Island, og (ii) Irland, Føroyar-Danmark og Island.
Osemjan á Rockall Háslættanum kemst av landgrunskrøvum, sum fara út um 200 fjórðingar frá grundlinjunum fyri landleiðirnar hja teimum fýra pørtunum. Krøvini eru grundað á eitt náturligt framhald av landøkinum hjá strandalandinum til utjaðaran á meginlandsrondini, sum ásetter i grein 76 i Havrættarsáttmálanum hja Sameindu Tjóðaum frá 1982 (UNCLOS).
Møguliga semjast teir fýra partarnir um landgrunsmarkið. Men marknaseting av landgrunni hevur ofta ført til rættarmal, og henda ósemjan verður møguliga eisini løgd fyri Altjóða Dómstólin i Haag ella ein gerðarrætt. Partarnir mugu tá leggja fram jarðfrøðilig prógv fyri náturliga framhaldinum av landgrunninum út um 200 fjórðingar. Nevndin fyri áseting av  landgrunsmarki, sum er sett av UNCLOS, skal gera tilmæli til strandalond um landgrunskrøv uttan fyri 200 fjórðingar. Um einki av krøvunum hjá pørtunum verður goðkent, er økið á Rockall Háslættanum handan løgdømi hjá nøkrum landi og verður lýst djupur havbotnur. Tá er
økia og nattururfkidømia i økinum felags ogn hja mannaættini og kemur
undir yvirvaldsrættin hja Altjóða Havbotnsmyndugleikanum.