Skip to main content

Zakarias Wang


Tak niður grein:
Rikisrættarstøoa Grønlands og Føroya

Føroyskt úrtak
Í dominum tann 5. april 1933 í málinum millun Danmark og Noreg um altjóða rættarstøðu Eysturgrønlands legði tann fasti domstolurin fyri millumtjóða Rættargang í Haag m. a. til grund fyri avgerð síni, at Grønland, Føroyar og Island fyri friðarsáttmálan í Kiel tann 14. januar 1814 hoyrdu Noregi til. Í hesi famløgu verður greitt frá, hvørjar avleidingar henda grundgeving hevur fyri núverandi  ríkisrættarstøðu Grønlands og Føroya. Sum norskir landslutir fram til 1814 var tann ga1dandi norska stjórnarskráin, arvaeinaveldislógin frá 7. august 1661/28. juli og 7. august 1662, eisini galdandi fyri teir. Henda stjórnarskrá gav kongi alt lóggevandi vald, men onga heimild til at broyta ta stjórnarskrá, sum ríkisdagurin hevði givið. Tað verður ávist, at tær stjórnarskráir fyri danska kongsríkið, sum eru settar í gildi i Grønlandi og Føroyum, bert eru settar í verk av tí vanliga lóggávuvaldi, sum borgararnir hava givið kongi sínum. Vist verður á, at full semja er millum allar ríkisrættarhøvundar um, at tað ber ikki til at broyta ella taka av stjórnarskrá við vanligari lóg. Niðurstøðan er tí, at tað er stjórnarskráin frá  1661/62, sum er galdandi fyri Grønland og Føroyar. Henda fatan verður undirbygd av tí, at allar lógir, sum settar eru í gildi fyri Grønland og Føroyar sidan 1814, eru komnar til vega sambært reglunum í stjórnarskránni frá l661/62. At enda verður spurnartekin sett við, hvørt tad er samsvar millum tær skyldur, Danmark við
altjóða sáttmálum hevur átikið sær mótvegis altjóðarættarsamfelagnum til at virkað fyri demokratiskum stýrislag, og so tað, at Danmark ikki enn hevur sæð til, at Grønland og Føroyar á demokratiskan hátt hava fingið nýggja stjórnarskrá.

English Summary
In itsjudgement of April 5, 1933, in the case between Denmark and Norway with regard to the legal status of East Green/and, the Permanent Court of International Justice in the Hague baseditsdecision partly on the faet that Greenland, Faroe, and lceland betonged to Norway until the peace treaty signed in Kiel on January 14, J8J4. This artide describes the consequences of this ratio decidendi for the present constitutional status of Greenland and Faroe. As part and parcel of Norway, the Norvegian Constitut ion before 18J4, the Hereditary Absolute Monarchy Act of 1661/J662, applied to Greenland and Faroe in 1814. This constitution gave the King of Norway legislative power, but not the power to change the constitutionl aid down by the Rigsdag. It is shown that the constitutions of the kingdom of Denmark, which tater on have been proelaimed in Greenland and Faroe, in this area only have been promulgatedon the King's authority. Reference is made to the fact that constitutional accounts agree that it is impossible to alter a constitution by ordinary legislation. Therefore, it is concluded that the
Constitulion of 1661/1662 still applies to Greenland and Faroe, which is further confirmed by the fact that all laws promulgated in Greenland and Faroe in the entire period since 1814 have been passed in accordance with this constitut ion. Finally the question is posed of whether it is compatible with Denmark's reponsibilities to the international community to omit to ensure that Greenland and Faroe are given a new constitution in a proper democratic manner.