Skip to main content

Kári á Rógvi


Tak niður grein:
Except by some Action not provided for in the Instrument itself. -A Short Note on Opting Out of the Danis h Realm

Føroyskt úrtak
Kári á Rógvi viðger í greinini, um føroysk loysing frá Danmark er í samsvar við donsku ríkisgrundlógina. Føroyingar tykjast leggja stóran dent á, um tað ber til at loysa sambært donsku stjórnarskipanina, og um danskir myndugleikar vilja geva bindandi tilsøgn um at virða føroyka loysing. Hetta er at misfata støðuna. Tað liggur í donsku skipanini eins og í øllum øðrum stjórnarskipanum, at skipanin skal varveitast í allar ævir, um ikki politiskar rembingar skapa skipanina av lagi. Velja føroyingar at enda tað samveldið, sum í verki nu er ímillum Førayaland og Danmarkar ríki, er hetta eitt politiskt sig, ið stríður ímóti grundlógini, men sum donsku stjórnarstovnarnir kunnu velja at góðtaka, og helst eisini fara at góðtaka.óDanski hægstirættur fer óiva at lata Fólkatingið gera spurningin av eftir tilmæli frá Stjórnini. At loysa frá verandi støðu er við kolvelting at birta politiskan jarðskjáta, ið hevði skakað politisku skipanina, men sum so
mangan aður hevði hetta ført via sær, at ein nýggj stjórnarskipan og nýggj løgskipan gjørdust veruleiki. Heimildin er ikki at finna í grundlógini, men heldur uttanfyri grundlógina.