Skip to main content

Professor, dr.juris Eivind Smith, Universitetet i Oslo


Tak niður grein:
Grunnloven som lov og som symbol

Føroyskt úrtak
Sterk ímyndarmegi (symbolkraft) kann vera við til at gera eina stjórnarlóg sterka. Amerikanska samveldisstjórnarlógin og norska stjórnarlógin frá 1814 eru dømi um stjórnarlógir við sterkari ímyndarmegi. Umframt høga aldurin (sum bæði eru avleiðing av og orsøk til ímyndarmegina) er ein orsøkin til hetta, at stjórnarlógin eisini er grundarlag undir einum ríki.
Í ríkjum, hvørs søguliga sjálvsfatan er merkt av framhaldi (kontinuiteti) er ímyndarmegin hjá stjórnarlógini vanliga veikari. Eitt nú fata hvørki Frankaríki ella Svøríki seg sum ríki orsakað av ávikavist ”Regeringsformen” frá 1809 (ella 1974) ella stjórnarlógini frá 1958. Har eru aðrar tjóðarímyndir av størri týdningi enn stjórnarlógin.
Alment ber til at siga, at søgulig brot gera tað lættari at gera eina á henda hátt væleydnaða stjórnarlóg. Sterk ímyndarmegi kann vera við til at gera stjórnarlógina eitt effektivt politiskt amboð,men tað er tó ikki altíð nóg mikið. Ein stjórnarlóg, ið einans verður mett sum politiskt amboð, missir stigvíst sín effektivitet. Hetta er m.a. tí, at tá fara politisku stovnarnir (serliga tingið) sjálvir at seta mørkini fyri sítt frælsi.Hetta hevur serliga verið europeisk siðvenja fram til okkara tíð.
Orsøk er at halda, at effektiviteturin hjá eini stjórnarlóg økist, um træta um innihaldið í lógini kann verða lagt fyri óheftar dómstólar. Einans um dómstólarnir í ítøkiligum málum kunnu gera av, hvat stjórnarlógin merkir, kunnu vit meta stjórnarlógina sum ”lóg” eins og aðrar lógir.
Stigið at meta stjórnarlógina sum positiva lóg varð tikið í USA longu í 1803 og í Noregi tíðliga í 19. øld. Ikki fyrr enn eftir 1945 hava flestu europeisku stjórnarlógir fingið somu støðu.Fleiri av dómstólunum, ið verja nýggju stjórnarlógirnar, eru nú eisini meira ídnir í stjórnarrættarligum spurningum enn norðanlond.
Til ber at leggja eftirlitið við stjórnarlógini til vanligu dómstólarnar , sum í Danmark, Noregi ella USA. Slík skipan hevur tann fyrimunin, at hon er einføld, men kann hinvegin hava við sær, at dómararnir fáa lítlar royndir við stjórnarlógarspurningum.
Í slíkari skipan kann eisini ivi vera um rættin (legitimitetin) hjá dómarunum at taka avgerð í málum við greitt politiskum innihaldi.
Annar møguleiki er at seta á stovn serligar dómstólar til stjórnarrættarligar spurningar (stjórnarskipanardómstólar), ið hava annan arbeiðshátt og ofta eisini meira politiskan samansetning. Fyrimunurin er, at ein fær fakliga betri egnaðar og eisini meira legitimar dómarar at taka sær av umstríddu stjórnarrættarligu spurningunum.
Hinvegin kann slík eyka dómstólaskipan vera minni egnað í smærri samfeløgum, har trupulleikar frammanundan kunnu vera bæði við ov fáum fakliga kvalifiseraðum persónum og at fáa nóg trygga persónliga og sosiala frástøðu millum dómarar og politikkarar.
Eisini millumstøður kunnu hugsast. Ein møguleiki er sum í Estlandi at nakrir limir í vanliga hægstarætti fáa stjórnarrættin sum serliga ábyrgd. Tá kunnu nakrir av fyrimununum við einum serligum stjórnarskipanardómstóli sameinast við tað einfaldni, sum eftirlit við vanligu dómstólarnar hevur við sær.
Hugsa vit okkum at enda, at Føroyar (framhaldandi) verða partur av danska ríkinum, men skipaðar sambært einum slagi av samveldisskipan, verður ein spurningur, hvør skal hava seinasta orðið at siga í málum millum ”partríkini”bæði. Í slíkum føri er ringt at hugsa sær, at ”danskir” ella ”føroyskir” dómstólar skulu avgera slíkar spurningar. Kanska ein eigur at hugsa móti eini skipan við einum serligum stjórnarskipanardómstóli ella einari blandaðari skipan (t.d.eitt ”kamar” við dómarum útnevndir frá hvørjum ”partríki”). Men hesar spurningar verður ikki gjørt meira við her.